-Avtalan bleiv júst soleiðis, sum eg alla tíðina hevði roknað við. Eg taki hetta sum ein sigur fyri tað forarbeiði, sum eg sjálvur og sambandsflokkurin hava gjørt sigur formaður sambandsfloksins, Edmund Joensen í eini viðmerking til avtaluna, sum júst er gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina.
Fyrrv. løgmaður vísir á, at tað nettup vóru hann og sambandsflokkurin, sum reistu bankamálið mótvegis stjórnini í 1994, tá allir flokkarnir høvdu slept tí. Tað kom tá við í avtaluna við danir, at føroyingar ikki skuldu gjalda fyri bankabjargingarnar einsamallir.
Edmund Joensen sigur, at tað alla tíðina hevur verið hansara hugsan, at bæði endurgjald og skuld hoyrdu saman, meðan løgtingið hevur lagt seg eftir at skilja málini at.
-Tað tykist mær sum um at øll við undantaki av javnaðarflokkinum hava lurtað eftir okkara ráðum og hava avgreitt hesi málini undir einum.
Edmund Joensen sigur, at stórt sæð er úrslitið av samráðingunum tað hann hevði lagt upp til og sum hann hevði væntað. -Eg meti hetta sum ein persónligan stórsigur.
Formaður sambandsfloksins, sum sjálvur hevur verið valdur á fólkating sigur annars, at tað nú er sera umráðandi, at Óli Breckmann ikki sleppur undan at halda sítt lyfti til stjórnina. Hann má tí vera í salinum, tá atkvøtt verður um Hvítusunnupakkan. -Nú fangar borðið og hann má trýsta á gula knøttin, sum merkir, at hann ikki atkvøður í málinum.
Markið
Løgmaður fegnast eisini um, at Nyrup og Blair nú hava tosað saman um marknaspurningin. -Hetta meti eg eisini sum ein stóran persónligan sigur, tí eg sum løgmaður tók hetta málið upp við danska forsætisráðharran. Tvs. at hetta málið kann loksins verða loyst eftir hesi 17 árini.









