Fremsta fótbóltsdeildin hjá kvinnunum er nú komin væl áleiðis, og tað ber til at síggja, hvørji lið fara at gera seg galdandi í oddastríðnum, og hvørji lið hinvegin fara at berjast fyri lívinum í 1. deild.
Sjey lið eru í deildini í ár, og av teimum hevði oddaliðið HB frí hetta vikuskiftið.
HB-liðið er væl fyri og hevur vunnið sínar tríggjar dystir higartil í kappingini.
Tað hevur B36 eisini, og við stórsigrinum móti Skála sunnudagin fóru tær fram um grannarnar við betri málmuni.
Næstseinasta vikuskiftið hevði B36 frí, og tá tóku HB-kvinnurnar seg fram um við einum dysti meira spældum, tá tær fyri fyrstu ferð í søguni vunnu landskappingardyst í Leirvík. Men tann munurin javnaði seg sunnudagin, og við 14-0 sigrinum varð HB trokað av ovasta plássinum fyri fyrstu ferð í ár.
Sum úrslitið eisini sigur, var tað B36, sum stýrdi øllum í Gundadali sunnudagin, meðan Skálakvinnurnar vóru púra fyri ongum.
Longu í hálvleikinum var støðan 8-0 til heimaliðið, og í seinna hálvleiki var tað bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin bleiv.
Sigast má, at 1. deild hjá B36 hevði ein góðan dag sunnudagin. Kvinnurnar vunnu 14-0, og beint aftan á vunnu menninir 7-0 á TB (teir kundu eisini tað sama vunnið 14-0), so tilsamans vann 1. deild hjá B36 21-0 sunnudagin!
At Skála, sum ikki hevur nógv fólk í at taka av, hevur trupulleikar, var greitt longu áðrenn dystin sunnudagin, men eftir stóra ósigurin móti B36 er eisini greitt, at nógv skal henda, um liðið skal kunna halda sær í bestu deildini.
NSÍ hevur framvegis heldur einki stig, men tær standa seg nógv betur enn tær hinumegin Skálafjørðin í løtuni. Sum nú er, er lítið sum bendir á, at sama felag, sum vann føroyameistaraheitið hjá kvinnunum í 1990 og aftur í 1992, fer at kunna lívbjarga sær í 1. deild.
So leingi NSÍ heldur einki stig hevur, er vónin kortini til staðar, og tá NSÍ fer inn á Skála tann 21. juni, fáa vit ivaleyst eina góða ábending um, hvør fer at mynda botnin í ár. Komandi vikuskifti hevur Skála frí.
B36 hevur eitt ungt lið, og undan kappingini vóru vónirnar ikki heilt so stórar, men higartil hevur tað gingið upp á stás, og umframt oddasessin í landskappingini hevur liðið eisini tryggjað sær pláss í steypafinaluna, sum verður móti júst HB.
KÍ á veg
Føroyameistararnir KÍ tykjast nú vera komnir í gongd, eftir at tær taptu fyrsta dystin á heimavølli móti B36. Tað var í øðrum umfari, tí klaksvíkskvinnur høvdu frí í fyrsta umfari.
Síðani hevur KÍ vunnið 7-0 á Skála, og á norðoyastevnu sunnudagin bleiv tað til ein 2-1 sigur móti NSÍ.
Stóri spælarin hjá KÍ sunnudagin var Rannvá Andreasen, sum sjálv gjørdi seinna málið, umframt at hon átti sín part av fyrra málinum, sum var sjálvmál.
Málið hjá NSÍ skeyt Andrea á Regni, sum er ein av fleiri toftakvinnum, sum eru komnar yvir um til Runavíkar.
Øll málini komu í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar fyri fleiri málum, so tað bendir á, at NSÍ ikki ætlar sær at fara í summarfrí uttan stig.
Javnleikur á Eiði
Triði dysturin hetta vikuskiftið varð spældur á Mølini á Eiði, har vindurin í stóran mun stýrdi spælinum. EB og LÍF fingu eitt stig í part, og sostatt helt EB fast um bronsuplássið. Tað er eitt sindur óvæntað, at eiðiskvinnur hava klárað seg so væl, ikki minst eftir at tær hava mist Eyðfríð Kristiansen til HB, men við Lydiu Vesturtún á odda hava tær vunnið tveir dystir og bert tapt ein.
Hinvegin eru báðir sigrarnir komnir móti botnliðunum NSÍ og Skála, meðan ósigurin var móti B36. Eiðiskvinnur hava framvegis ikki spælt móti HB og KÍ, men tað sleppa tær nú, tí longu sunnudagin skulu tær í Gundadal at vitja HB, og vikuna eftir kemur KÍ norður á Eiði at spæla.
Eins og í Klaksvík komu øll málini á Eiði í fyrra hálvleiki. Lydia Vesturtún, sum nú saman við Sólvu Joensen úr B36 er toppskjútti í 1. deild við fimm málum, legði EB á odda við brotssparki, sum samstundis kostaði eitt reytt kort til LÍF. Men leirvíkskvinnurnar mistu ikki mótið, og stutt fyri hálvleik javnaði Kristina Eyðbjørnsdóttir í undanvindinum við skoti langt útifrá.
Hóast LÍF spældi allan seinna hálvleik við tíggju kvinnum, var tað í lagi, at dysturin endaði við javnleiki.
Komandi vikuskifti kemur KÍ við Dúgvuni vestur um Leirvíksfjørð at spæla móti LÍF, og tað kann gerast ein rættiliga áhugaverdur dystur.
EB skal sum nevnt til Havnar sunnudagin, og har skulu tær vísa, um tær veruliga ætla sær at blanda seg í oddastríðið. Við einum sigri kunnu tær taka seg fram um HB.








