-Tað er lagt eitt slíkt tjúkt roykslør yvir bankamálið við hesi avtaluni, at eftirtíðin kann ongantíð siga, hvussu nógv vit fingu í endurgjaldi fyri tann órætt, sum varð gjørdur móti okkum í bankamálinum.
Hetta sigur formaður javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at hann alla tíðina hevur hildið, at bankamálið og skuldin áttu ikki at tvinnast saman.
-Tí tað var so umráðandi, at vit fingu eina avtalu, sum var so virðilig, at vit varðveittu okkara stoltleika og aftaná tordu at kennast við at vera føroyingur. Vit skulu ikki hava nakað forerandi frá dønum men skulu gjalda okkara skuld aftur. Men vit skuldu eisini hava eina virðiliga avgerð í bankamálinum. Og hana hava vit ikki fingið, nú hesi málini eru tvinnað saman.
Hann sigur seg rætt og slætt vera sera ónøgdan við, at vit nú hava kapitulerað í bankamálinum, eitt mál, sum hevur fylt tann føroyska gerandisdagin nú í nógv ár og har føroyingar eru vornir drignir eftir hárinum.
-Vit, sum vóru við, tá danir settu okkum harðar treytir, sita nú eftir við eini løgnari kenslu. Tí teir somu menn, sum nú gera avtalur, vórðu teir, sum trýstu okkum út í støðuna í mars 93. Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at tá bólkur sat í løgtinginum við umboðum úr øllum flokkum at viðgera bankamálið, var semja um, at bankamálið skuldi viðgerast fyri seg. Nú er hetta so fullkomiliga broytt.
-Sjálvur haldi eg, at tað hevur øgiliga nógv at siga, at henda avtala ikki sær út sum um, at vit fáa nakrar náðigávur frá dønum. Tjóðarinnar stoltleiki býr ikki bara í hesum at kalla okkum suveren, men eisini í tí dagliga, at man virðir eina skuld og rindar hana, og at tann, sum hevur gjørt tær órætt, rindar aftur fyri henda órættin.
Fríkenna stjórn
Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at avtalan í stóran mun fríkennir stjórnina í bankamálinum, tí tað verður sagt beinleiðis í avtaluni, at stjórnin og landsstýrið vóru síðustillað við misinformatión í sambandi við partabrævaumbýtið. -Hetta er ein sannleiki við velduga stórum modifikatiónum. Eg haldi eisini, at tað er ómetaliga løgið at ímynda sær hetta úrslitið, nú tá báðir teir føroysku eygleiðararnir í bankamálinum eru partar av føroysku samráðingarnevndini. Haraftrat situr ein fyrrv. fjølmiðlamaður eisini í samráðingarnevndini, sum hevur brúkt stóran part av orku síni júst uppá bankamálið. Hesi hava saman við stjórnini lagt til rættis hetta tjúkka roykslørið um bankamálið. Hvør skuldi trúð tí!
Góð avtala
Jóannes Eidesgaard heldur annars, at avtalan, sum nú er gjørd, í mongum førum er ein sera góð avtala. -Ein kann siga, at tíðin var búgvin til at fáa eina góða avtalu. Tað hevur verið trýst frá ymsum síðum á danskar myndugleikar fyri at koma út og gera eina góða avtalu. Tað góða í avtaluni er tað, at ein nú hevur beint burtur alt tað ringa, sum var í hinum avtalunum.
Jóannes Eidesgaard sigur annars, at tað kann kennast eitt sindur hugstoytt, nú at síggja, hvussu lætt tað gekst at fáa eina avtalu, tá ein hugsar um, hvussu neyv stýringin var á tí føroyska samfelagnum, tá ein sum javnaðarmaður var í Danmark til samráðingar í 93 - við teir somu menn, sum nú sita við samráðingarborðið.
Tann tíð tað var varð hvørt kilo av toski stýrt av danska forsætisráðmálaráðnum. Tað hevði ein kunna sloppið undan, um ein hevði eitt náttúrligt samskifti millum londini og ikki minst millum báðar javnaðarflokkarnar.
Jóannes Eidesgaard heldur annars, at føroyingar eiga at vera ómetaliga fegnir um, at vit nú hava fingið Fíggingargrunnin og Framtaksgrunnin á føroyskar hendur, og at vit hava fingið strokið flest allar avtalur, sum fyrr eru gjørdar.Eisini er tað gott, at tað nú er upp til landsstýrið at gera av bæði lán og veðhald. Hervið er eisini løgd ein stór ábyrgd á landsstýrið og vit mugu vóna, at landsstýrið er búgvið til at taka ta ábyrgdina.
Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin er eisini fegin um, at man hevur fingið við í avtaluna í sambandi við skuldina, at ein hevur rætt til ?fortidig indfrielse af gælden, helt eller delvist?. Tvs. at vit kunnu sjálvir fara út og søkja aðrar lángevarar, um vit kunnu fáa eina betri avtalu aðrastaðni.
Hóast ein 20 ára avdráttartíð fyri skuldina er long tíð, so heldur Jóannes Eidesgaard kortini, at nú er skuldin komin í ein fastan karm og er tað at fegnast um.
Hvat viðvíkur fasta gjaldinum uppá 323 mill. kr. um árið til danska statskassan heldur hann eisini verða til at liva við, tí vit hava okkurt árið goldið meira enn 400 mill. bara í rentum.
Tá vit nema við leiklutin hjá Jóannesi sjálvum sum fólkatingsmanni, so ivast hann ikki í, at arbeiði hansara til frama fyri føroysku sakini, hevur verið við til at hjálpt landsstýrinum. Og tað bert fegnast hann um.
Óli lovað at ?hjálpa?
-Hvat ætlar Jóannes Eidesgaard nú at gera á fólkatingi?
-Nú er eingin orsøk hjá mær at fara inn og stuðla stjórnini, tí hon klárar ?Hvítusunnupakkan? einsamøll. Hetta kann hon, nú Óli Breckmann hevur lovað, at hann ikki fer at atkvøða ímóti stjórnini.
Hóast henda avtalan er komin undir land, so hevur Jóannes Eidesgaard ikki ætlanir um at skifta kós á Christiansborg.
-Eg gevi ikki stjórnini ein blankokekk við hesi avtaluni. Eg havi sagt: latið okkum fáa hesi tingini uppá pláss, og so kunnu vit tosa frá máli til mál um, hvussu vit skulu bera okkum at. Men eg havi sum høvuðsprinsipp ikki at leggja meg út í danskan innanríkispolitikk. Eg havi eisini dyrgt eftir alla tíðina at fáa Óla Breckmann at ganga inn fyri tankanum.
Jóannes Eidesgaard heldur, at Óli Breckmann er eitt sindur pliktaður yvirfyri landsstýrinum ikki at leggja seg út í donsk mál, nú hann er partur av eini samgongu, sum tosar um føroyskan suverenitet og um at niðurleggja fólkatingsessirnar - at hann í verki vísir, at hann eisini meinar tað.
-Eg havi stóra virðing fyri, at donsk uppílegging í føroyskan vinnulívs- og búskaparpolitikk líkasum er tikin burtur við hesi avtaluni, og tað kundi verið ein virðiligur máti at svara hesum aftur við, at vit gjørdu tað sama, nevniliga at føroysku fólkatingsumboðini heldur ikki løgdu seg út í danskan politikk.