skrásett 1717 nýggj akfør higartil í ár. Hetta eru 247 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Nógv tey flestu akførini eru vanligir persónbilar. Skrásettir eru 1308 nýggir persónbilar í ár í mun til 1106 bilar [...] ein hækking uppá góð 18%, vísa hagtøl frá bileftirlitinum. Hesi hagtøl benda tí á, at hugurin at keypa bilar ikki er minkaður aftur, eftir at fólk hava keypt nýggjar persónbilar, sum tey hava skift hosur [...] hosur seinastu árini. Bilasølurnar hava eftir øllum at døma enn góðar dagar. 268 nýggir vørubilar eru skrásettir í hesum árinum. Sama tíðarskeið í fjør vórðu 253 nýggir bilar skrásettir í hesum vørubólkinum
hava ognað sær grundøki í hesi útstykkingini. Øll seld Øll tey 130 grundøkini eru longu seld, og eigararnir bíða nú eftir, at arbeiðið skal fara í gongd. Tey 130 grundøkini eru 300, 400 og 500 fermetrar [...] fermetrar til støddar. Tey 43 randarhúsini eru enn ikki seld. Orsøkin til hetta er, at býráðið ikki hevur kunnað ásett ein fastan prís fyri húsini. Tí hava fólk ikki viljað bundið seg til at keypa húsini frammanundan
1760 eskjur. Seinastu eksjurnar vórðu pakkaðar mikudagin og eru nú klárar at fara umborð á skipið, sum skal flyta tær til Onglands. Haðani fara fólk til fyrrverandi kommunistisku londini við eskjunum úr Føroyum [...] r verða nýttar, tí tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á støddini á gávunum. Gávumild børn Nú arbeiðið í Føroyum fyri í ár er liðugt, og skógvaeskjurnar eru savnaðar í avskipingarhølunum [...] eskjunar í Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud sum gav Jesus, heiminum til frelsara, og hvørs føðing vit minnast á jólum. Umframt allar mongu samkomurnar, hava fleiri einstaklingar latið skógvaeskjur
kappingin byrjaði í november mánaði í fjør, hava fleiri verið á heimaraveiðu, og tað skilst at menn eru sera spentir eftir endaliga úrslitinum. Hetta er ikki uttan orsøk, tí tað er ein rættiliga góður vinningur [...] vinmaður hansara, Bogi Jacobsen, við at møða hann og síðani fáa lívið av honum. Spurningurin er helst, hvør var mest troyttur av teimum báðum. Tá teir so komu at vektini og tummastokkinum, kundu teir – fróir [...] rættiliga stórar hemarar: Jóannes Gaard eigur tann størsta, Heini Weihe tann næststørsta uppá 170 kilo og hesi sami, Jóannes Gaard aftur við 95 kilo. FAKTA Shark Atlantic 2006 Kappingin er ætlað bæði føroyingum
Leygardagin eru 100 dagar farnir, síðani nýggja býráðið tók við. Tað er siðvenja at taka samanum tað, sum er komið á skaftið hesar fyrstu hundrað dagarnar. Her eru 18 mál úr rúgvuni, sum nýggja býráðið [...] Tjarnargarður letur upp Tjarnargarður er nú liðugt høvuðsumvældur. Við út- og umbyggingini eru tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, savnaðar á Tjarnargarði. Nýggi depilin sameinir dagtilhald [...] betri umstøður eru til venjingar og dagtilhald, nýggjur ídnaðarkøkur er settur upp og báðir høvuðsbygningarnir samanbundnir. Øll ovara hædd er gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar eru sostatt til venjingar
við í hagtølini, um fólk doyggja innan 30 dagar eftir ávísta smittu. Tí er tað ikki vist, at fólk, sum verða tald við í hesi hagtøl, eru deyð sum avleiðing av covid-19, men tey eru deyð við koronu-virus [...] omikron-deyðføllini í Danmark eru skrásett í tíðarskeiðnum, 21. desember til hin 28. desember, tá ávístir vóru 55.700 smittutilburðir við omikron. Um somu tíð, sum 18 fólk doyðu við omikron í Danmark, vórðu
Sambært ukrainskum myndugleikum eru 18 fólk deyð og 30 særd í einum russiskum rakettálopi á ein íbúðarbygning í havnarbýnum, Odessa við Svartahavið. Í fyrstani varð sagt, at talið av deyðum var 14, men [...] men nú er talið vaksið til 18. Sjey fólk eru bjargað út úr íbúðarbygninginum á lívi, harímillum trý børn, men eitt barn er eisini millum tey deyðu. Sergej Bratsjuk, sum er talsmaður fyri hernaðarumsitingina [...] í álopinum. Onnur rakti ein íbúðarbygning í níggju hæddum, og hin rakti ein frítíðardepil, har trý fólk lótu lív. ##med2## Nú verður stúrt fyri, hvussu mong kunnu liggja undir leivdunum av tí partinum av
seg. Vit hava loyst hvønn dag. Vit eru nærri teimum frælsu Føroyum enn nakrantíð. Vit eru nærri fíggjarligum sjálvbjargni og haldførum búskapi enn nakrantíð. Vit eru nærri einum samhaldsføstum og rættvísari [...] samferðsla og útbyggingar av tænastum kring landið, eru framd. Vit hava so nógv betri javnstøðu í politikki. Og í uttanríkis- og trygdarpolitikki eru vit miðvíst við at gerast ein sjálvstøðug tjóð í heiminum [...] enn 20 ár). Farsóttarøkið og onnur heilsumál eru yvirtikin, og Landslæknaembætið verður yvirtikið. Hjálparpakki varð samtyktur beinanvegin til familjur, ið eru ringast fyri. Síðani er eitt orkuískoyti komið
landsstýrisfólk – tað vil siga alt landsstýrið – og ríkisumboðsmaðurin á fundinum fríggjadagin. Hesi tingfólk eru skrivað fyri fráveru fríggjadagin. 1. Hanna Jensen 2. Bjarni Hammer 3. Jónleif Johannesen 4 [...] » Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2016« Løgtingið ger upp fyri hvønn tingfund, hvør hevur møtt á fundi. Sambært gerðarbókini hjá Løgtinginum fyri fundin fríggjadagin, so vantaðu 9 tingfólk [...] Gunnleygsdóttur 6. Jákup Mikkelsen 7. Bjørn Kalsø 8. Magnus Rasmussen 9. Kaj Leo Holm Johannesen Og hesi landsstýrisfólk: 1. Høgni Hoydal 2. Kristina Háfoss 3. Poul Michelsen 4. Henrik Old 5. Eyðgunn Samuelsen
standa aftan fyri ein skottilburð, har tvey fólk fingu skaða í Tiniteqilaaq. Hetta skrivar løgreglan í tíðindaskrivi. Ein maður skeyt fleiri skot og tvey fólk fingu skaða. Talan er um ein 33 ára gamlan [...] upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi. Ein teirra er í lívsvanda. Løgreglan í Grønlandi sigur ikki, hvør av teimum báðum er í lívsvanda. Sermitsiaq.AG skrivar, at tað er 33 ára gamli maðurin, sum er í lívsvanda [...] Tað sigur Lars Bjerregaard við TV 2. Rættarteknikarar frá Nationalt Kriminalteknisk Center (NKC) eru á veg til Grønlands at hjálpa løgregluni við kanningararbeiðinum. Løgreglan í Grønlandi fekk fráboðanina