Kappingin “Shark Atlantic 2006” hevur víst seg at hava alstóran áhuga millum menn.
Síðani kappingin byrjaði í november mánaði í fjør, hava fleiri verið á heimaraveiðu, og tað skilst at menn eru sera spentir eftir endaliga úrslitinum.
Hetta er ikki uttan orsøk, tí tað er ein rættiliga góður vinningur sum bíðar honum ella henni, sum veiðir størsta hemarin.
Ikki færri enn 25.000 kr. verða lætnar fyri fyrstaplássið, 10.000 kr. fyri næsta og 5.000 kr. fyri triðja plássið.
Kappingin byrjaði í november og varir fram til 1. mars í ár. Tað vísir seg, at støddin og vektin á teimum veiddu hemarunum økist alsamt.
Tveir hemarar higartil
Fleiri mans hava longu verið á hemaraveiðu – og hava fingið góðan fong.
Mikudagin í farnu viku – 3. jóladag – fór Jóannes Gaard frá bryggju og legði leiðin suðureftir.
Komin nakað suður úr Kirkjubønesi “kastaði” hann og nakað seinni beit á hjá honum.
Jóannes var tá staddur einar 100 metrar úr landi.
Men helst kom tað óvart á Jóannes, at tað skuldi taka so langa tíð at fáa henda stóra hemaran at borði í bátinum.
Í slakar tveir tímar – tað er: ein tíma og 55 minuttir - stríddist Jóannes og vinmaður hansara, Bogi Jacobsen, við at møða hann og síðani fáa lívið av honum. Spurningurin er helst, hvør var mest troyttur av teimum báðum.
Tá teir so komu at vektini og tummastokkinum, kundu teir – fróir og ikki sørt ernir! – staðfesta, at tað var stríðið vert: Hann vá nevniliga 177 kilo og var 168 sentimetrar stórur.
Hóast kappingin enn bert er hálvrunnin, hevur fyriskiparin av kappingini, Magni Blástein longu staðfest tríggjar rættiliga stórar hemarar:
Jóannes Gaard eigur tann størsta, Heini Weihe tann næststørsta uppá 170 kilo og hesi sami, Jóannes Gaard aftur við 95 kilo.
FAKTA
Shark Atlantic 2006
Kappingin er ætlað bæði føroyingum og útlendingum, og er stuðlað av tryggingarfelagnum Trygd.
Hon byrjaði 1. november í fjør og endar 1. mars í ár.
Tað er ikki óvanligt at menn fáa hemarar millum 100 og 200 kilo í havøkinum kring Føroyar.
Fyriskipari er Magni Blástein í Vestmanna.