Tað upplýsir Statens Serum Institut í einari frágreiðing í dag.
Hetta er fyrstu ferð, at danski fólkaheilsustovnurin hevur lagt fram tøl yvir deyðsføll við omikron-frábrigdinum.
Tað var í november í fjør, at hetta frábrigdið, sum hevur sín uppruna úr Suðurafrika, varð staðfest í Danmark.
Nú er omikron tað frábrigdið, sum mest spjaðir seg mest í Danmark.
Deyðstøll verða tald við í hagtølini, um fólk doyggja innan 30 dagar eftir ávísta smittu.
Tí er tað ikki vist, at fólk, sum verða tald við í hesi hagtøl, eru deyð sum avleiðing av covid-19, men tey eru deyð við koronu-virus í likaminum.
Tey 18 omikron-deyðføllini í Danmark eru skrásett í tíðarskeiðnum, 21. desember til hin 28. desember, tá ávístir vóru 55.700 smittutilburðir við omikron.
Um somu tíð, sum 18 fólk doyðu við omikron í Danmark, vórðu 100 deyðføll skrásett við øðrum kendum frábrigdum, mest delta-frábrigdinum.