18 fólk deyð í álopi á Odessa

Tvær rakettir vórðu brúktar í álopinum. Onnur rakti ein íbúðarbygning í níggju hæddum, og hin rakti ein frítíðardepil.

Sambært ukrainskum myndugleikum eru 18 fólk deyð og 30 særd í einum russiskum rakettálopi á ein íbúðarbygning í havnarbýnum, Odessa við Svartahavið.

 

Í fyrstani varð sagt, at talið av deyðum var 14, men nú er talið vaksið til 18.

 

Sjey fólk eru bjargað út úr íbúðarbygninginum á lívi, harímillum trý børn, men eitt barn er eisini millum tey deyðu.

 

Sergej Bratsjuk, sum er talsmaður fyri hernaðarumsitingina í Odesa-regiónini, sigur, at tað var eitt flogfar, sum fleyg yvir Svartahavinum, ið framdi álopið.

 

Sagt verður, at tvær rakettir vórðu brúktar í álopinum. Onnur rakti ein íbúðarbygning í níggju hæddum, og hin rakti ein frítíðardepil, har trý fólk lótu lív.

 

##med2##

 

Nú verður stúrt fyri, hvussu mong kunnu liggja undir leivdunum av tí partinum av íbúðarbygninginum, sum fór í knús.

 

Álopið á Odessa hesaferð kom eftir, at russiskar herdeildir í gjár rýmdu av Slanguoynni, eftir at ukrainski herurin hevur framt fleiri álop á russisku deildirnar á oynni.

 

Tað er tíðindastovan NTB sum ber hesi tíðindi.