So upprann tann stóri dagurin, tá teljast skuldi, hvussu nógvar skógvaeskjur við jólagavum til neyðstødd børn úti í heimi tað hevði eydnast at savna inn.
Og tað má sigast at hava eydnast sera væl, tí málið í ár var at senda 1000 eskjur avstað, men nú avtornaði, var talið heilar 1760 eskjur.
Seinastu eksjurnar vórðu pakkaðar mikudagin og eru nú klárar at fara umborð á skipið, sum skal flyta tær til Onglands. Haðani fara fólk til fyrrverandi kommunistisku londini við eskjunum úr Føroyum.
Tað var sunnudagsskúlin í samkomuni Lívdini í Hoyvík, sum í fjør byrjaði við Christmas Child tiltakinum í Føroyum og sendi 250 jólagávueskjur av landinum .
- Í ár royndu vit at fáa fleiri samkomur, kirkjur og onnur at luttaka í tiltakinum og harvið fáa fleiri eskjur avstað og náa út til enn fleiri børn, siga tey á heimasíðuni hjá samkomuni.
-Vit standandi undrandi og takkandi, og bøn okkara er, at Harrin má signa øll, ið hava givið og øll, ið fara at fáa gávurnar, siga tey í Lívdini.
Alheims tiltak
Átakið Operation Christmas Child hevur mong ár á baki, og í fjør vórðu savnaðar yvir 6,6 milliónir skógvaeskjur í ymsum londum, sum vórðu latnar líðandi børnum í 95 londum.
Felagsskapurin aftanfyri Operation Christmas Child er Samaritan?s Purse, ið er ein kristin hjálparfelagsskapur. Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy Graham, er leiðari fyri felagsskapinum.
Í høvuðsheitum snýr átakið seg um at fylla eina tómu skógvaeskju við ymiskum til drong ella gentu í einum ávísum aldursbólki. Skógvaeskjur verða nýttar, tí tær eru javnt stórar, og tí verður ikki mismunur gjørdur á støddini á gávunum.
Gávumild børn
Nú arbeiðið í Føroyum fyri í ár er liðugt, og skógvaeskjurnar eru savnaðar í avskipingarhølunum hjá Skipafelagnum, klárar at verða avskipaðar til Bretlands, gongur sjón fyri søgn, at føroysk børn, foreldur, ommur og abbar hava eitt stórt hjarta, tá talan er um at rætta eina hjálpandi hond til neyðstødd børn úti í heimi. Mong úti um oyggjaland okkara hava lagt tíð og pening í at geva eina persónliga kærleiksgávu til eitt treingjandi barn úti í heimi. Saman við ymsum tinganesti er eisini ein persónlig heilsa, so barnið veit, hvaðani gávan eri.
Gávueskjurnar er pakkaðar inn í jólapáppír, tí hetta skal verða ein jólagáva, sum umframt at gleða barnið við tí sum er í eskjuni, eisin skal minna tað á bestu jólagávuna, sum givin er. Lesnaður verður lagdur við í eskjunar í Bretlandi, og hesin lesnaður greiðir frá um Gud sum gav Jesus, heiminum til frelsara, og hvørs føðing vit minnast á jólum.
Umframt allar mongu samkomurnar, hava fleiri einstaklingar latið skógvaeskjur til Christmas Child. Eitt nú hevði ein kona í Æðuvík av sínum eintingum hongt uppslag um tiltakið upp á fiskavirkinum Lynfrost og skrivað, at fólk kundu koma til hana við skógvaeskjum. Úrslitið gjørdist, at hon kom við 32 skógvaeskjum.
Um tú ynskir at verða við í tiltakinum næsta ár, er tað eitt gott hugskot longu nú at fáa tær eina
skógvaeskju og byrja at leggja gávulutir í beinanvegin. Á tann hátt kanst tú keypa góðar gávulutir so við og við.
Jú fleiri eskjur koma inn, fleiri verða børnini, ið fáa jólagávur - børn, sum annars einki eiga og kanska ongantíð í lívinum hava fingið eina gávu áður.
Hesar eru samkomurnar, ið hava verið við í tiltakinum:
Berøa, Runavík
Ebenezer
Hebron, Argir
Hebron, Leirvík
Neria, Skála
Filadelfia, Gøtu
Filadelfia, Tórshavn
Meinigheitshúsið, Tórshavn
Meinigheitshúsið, Argir
Nebo, 650 Toftir
Kedron, Sørvágur
Sunnudagsskúlin í Norðdepli
Mizpa, Eiði
Elim, Søldarfjørður
Siloa, Fuglafjørður
Missiónshúsið Thabor, Fuglafjørður
Samkomur í Suðuroy
Grønu skótar á Húsum