18 ára gamal handtikin fyri at hava skotið tvey fólk í Eysturgrønlandi

Sambært løgregluni var maðuri, sum varð handtikin eftir skottilburð í grønlendskari bygd, tveittur úr eini veitslu.

Tvey fólk, ávikavist 33 og 36 ára gomul eru rakt av skotum í bygdini Tiniteqilaaq í Eysturgrønlandi. (Savnsmynd). - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Løgreglan í Grønlandi hevur handtikið ein 18 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at standa aftan fyri ein skottilburð, har tvey fólk fingu skaða í Tiniteqilaaq.

Hetta skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.

Ein maður skeyt fleiri skot og tvey fólk fingu skaða.

Talan er um ein 33 ára gamlan mann og eina 36 ára gamla kvinnu, upplýsir løgreglan í tíðindaskrivi. Ein teirra er í lívsvanda.

Løgreglan í Grønlandi sigur ikki, hvør av teimum báðum er í lívsvanda.

Sermitsiaq.AG skrivar, at tað er 33 ára gamli maðurin, sum er í lívsvanda. Tað upplýsir Grønlands Politinfyri fjølmiðlunum.

Víðari verður upplýst, at støðan hjá kvinnuni er batnað.

Varapolitiinspektørurin hjá grønlendsku løgregluni, Lars Bjerregaard, sigur við TV 2, at ein av teimum særdu er í "álvarsligum lívsvanda" eftir at hava verið skotin í andlitið.

Enn er óvist, hvat liggur aftanfyri skottilburðin.

Men 18 ára gamli maðurin varð frammanundan koyrdur úr eini veitslu, og eftir hetta kom hann aftur við einum skotvápni. Tað sigur Lars Bjerregaard við TV 2.

Rættarteknikarar frá Nationalt Kriminalteknisk Center (NKC) eru á veg til Grønlands at hjálpa løgregluni við kanningararbeiðinum.

Løgreglan í Grønlandi fekk fráboðanina um skottilburðin klokkan 06:42 lokala tíð - klokkan 08:42 okkara tíð.

Nøkur skot vórðu latin av, eftir at skottilburðurin varð fráboðaður.

Tey bæði særdu eru flutt burtur av bygdini.

Tað var klokkan 11:00 lokala tíð, at maðurin varð handtikin av løgregluni.

Meðan skottilburðurin var, varð heitt á borgarar í bygdini at halda seg innandura, sløkkja ljós og dekka vindeygu.

Løgreglan er framvegis til staðar seinnapartin leygardagin í sambandi við kanningararbeiðið. Eisini er eitt trygdarskapandi átak sett í verk í samstarvi við tilbúgvingina hjá kommununi.

Tiniteqilaaq er ein lítil bygd í Eysturgrønlandi. Bygdin er í Sermersooq Kommune.

Sambært heimasíðuni hjá kommununi búðu 96 fólk í bygdini í 2020.

 

/Ritzau/

 

Tvey fólk, ávikavist 33 og 36 ára gomul eru rakt av skotum í bygdini Tiniteqilaaq í Eysturgrønlandi. (Savnsmynd). - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix