vera nøkulunda soleiðis, sum tað hevur verið hesar stívliga fimm mánaðirnar, síðan nýggja býráðið tók við. - Hetta hevur verið ógvuliga spennandi, men tað hevur eisini verið stævið, serliga at fáa fíggjarliga [...] minni um, at full semja hevur verið í býráðnum fyri sparingum. Borgarstjórin sigur, at tað skjótt sást, at inntøkurnar fóru ikki at halda. - Soleiðis, sum gongdin hevur verið seinastu 5 mánaðirnar, høvdu [...] Runavíkar kommunu, eru góð, og her eru tað ikki minst tær staðbundnu nevndirnar, sum knýta saman millum økini. - Tað er týdningarmikið, at hesi økir ikki síggja tað soleiðis, at tey eru undirløgd Runavíkar
sínum hevur. - Tað fakliga, pedagogiska og fyrisitingarliga eru tríggjar høvuðsavbjóðandi uppgávur. Tað fakliga er fyrst og fremst knýtt at lærarunum, tað pedagogiska næmingunum, meðan tað fyrisitingarliga [...] Spurdur, um nýggi handilsskúlastjórin ætlar at fremja nakrar broytingar, er hann avgjørdur. - Tað hevði verið óseriøst at komið inn á nýggjan stovn og byrjað at broytt ymiskt, áðrenn eg havi savnað mær vitan [...] umhvørvinum. - Eg vænti, at økið kring skúlan og umhvørvið sum heild verður nakað friðarligari enn tað, eg áður havi upplivað, og møguliga verður talan eisini um eitt starv, har lættari verður at meta um
undantikin. - Tað skortar tó ikki uppá gylt lyftir og vakrar, afturlítandi sentimentalar røður um alt vit skylda útróðrinum. Men tá tað so kemur til at handlast skal - so er øðrvísi. Tað ljóðar helst ógvusligt [...] – og tað mugu vit trúgva og vóna bert er ein tíðarspurningur – tá fara fleiri 100 bátar við B loyvum knappliga at fiska – og so er felagsdagarnir uppi uppá fáar dagar. Minni enn eina vika kann tað taka [...] yrkjum landsins? Á mongum smáplássi og á útoyggj er nærum einasti inntøkumøguleiki útróður. Hevði ikki verið betur at stuðla smáplássunum við at veita útróðrinum sámilig kor? Endamálið við skrivinum hjá felagnum
ongantíð eru tað. Tað er kanska Disney, sum hevur forstýrað okkum myndina, sigur Hanus Kjølbro. Í 2004 vóru hvít jól í Føroyum, minnist hann aftur á, tó hann ikki kann siga við vissu, um tað hava verið hvít jól [...] sigur Hanus Kjølbro. Hann staðfestir, at tað eru eingi mynstur, sum ganga aftur. - Vit hava ongan kjans at vita nakað við vissu, tí tað skiftir so nógv og tað er einki afturvendandi mynstur, sigur hann [...] sjómansskúlalærari. Í skrivandi stund eru hitastigini um 8 kring landið. Tað er bert ein góð vika eftir til jólaaftan, og givið er, at tað er trupult at spáa um veðrið við vissu so leingi frammanundan. Men hendir
undirskrivaði samgonguskjalið. Tað er eisini eitt ár síðani, at Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum. Síðani hevur tingkvinnan verið uttanflokka, tó hon hevur verið trúðføst móti samgonguni í [...] at melda seg úr Javnaðarflokkinum, og tað skapti mikið av rumbul kring tá nývaldu tingkvinnuna. Tað er ikki ein ynskistøða ásannar tingkvinnan, sum tó heldur, at tað hevur gingið væl síðani. - Summi mál [...] Veljarin fær meira burturúr, at eg eri uttanflokka. Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, nú hon skal seta orð á sítt fyrsta ár í politikki. Tað er í dag eitt ár síðani, at samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi
skaddur í longri tíð. - Tað er ringt at siga nær eg verið klárur aftur. Tað verður ikki longu nú í stórsteypadystinum. Vit tosa um vikur heldur enn mánaðar - ella tað vóni eg. Eg kenni meg ikki kláran enn [...] tiltikið steypalið, men tað er eftir hondini nøkur ár síðani. Sjáldan man eitt lið hava havt sterkari hóp enn HB hevur í ár, men trýstið at vinna í HB tyngir ikki Símun. - Tað er altíð trýst á at vinna [...] hevði verið óáhugavert. Vit hava eitt fínt lið og vita hvat vit vilja. Landskappingin hevur sjálvandi hægstu raðfesting, men so er málið eisini at vinna steypakappingina, sigur Símun, ið hevur verið skaddur
tí. Varð tað upp til mín, tók eg frí til bara at mála í eini trý ár, so eg slapp at savna meg um tað, sum hendi millum meg og løriftið og onki annað. Men tá tað ber ikki til, royni eg at fáa tað listarliga [...] málarum, og tað er eisini í lagi, tí tað gevur góða venjing. Men fyrr ella seinni mást tú menna tína egnu hondskrift sum málari, um tínar myndir skulu fáa eitt listarligt haldvirði. Tað er tað, eg allatíðina [...] Hanni hevur tað rættiliga avslappað við sínum fyrstu málningum, og heldur tað ikki vera pínligt at síggja teir aftur, hóast stílskiftið tykist vera rættiliga kollveltandi. - Harragud, tað er bara ein málningur
Stjórin í Mest vísir á, at nógv bedingsarbeiði hevur verið seinastu tíðina, og soleiðis verður í øllum førum eina tíð enn. - Men, tað hevur altíð verið soleiðis við bedingsarbeiði, at tú sjáldan veitst, [...] bíða. - Skipini, sum hava verið uppi seinastu tíðina, hava í fyrsta lagi verið til vanligt viðlíkahald. Onkur skip hava staðið fyri klassing, og í øðrum føri hevur okkurt verið áfatt við maskinarínum. Stjórin [...] fegin um, at slíkt virksemi eisini er í høvuðsstaðnum. Vit merkja einki trýst. Tað er heldur hinvegin, at fólk fegnast, og tað eru vit sera fegin um. Í longri tíð hava fólk, sum hava ferðast fram við J.C
hjá samveldinum er í iva, eftir at bretar hava víst øðrum, at tað ber til at sleppa úr ES. Høgrapopulistiskir politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast nú krøv [...] til fyrimuns fyri Remain, tey sum vilja vera verandi í ES. Fólk eru slett ikki fyrireikaði uppá, at tað var meiriluti, ið fór at stemma fyri at taka Bretland úr ES. Stemningurin her í London er løgin, og [...] valdi fólkið at vera verandi í ES, men mugu tey luta fyri viljanum hjá meirilutanum í Bretlandi. Tað er ikki uttan orsøk, at norðurírar valdu ES, sigur Áki Johansen. - Norðurírski landbúnaðurin fær nógva
- Her hava verið lutfalsliga fleiri á valið higartil enn um somu tíð sum seinasta. Men tað er tað sama sum fyri átta árum síðan, tá ið val eisini var ein leygardag. Higartil hava 613 valt, ið er 63,7 prosent [...] valluttøkan 89,2 prosent og væntar forkvinnan nakað tað sama í ár. - Valluttøkan liggur vanliga um 89-90 prosent í Vestmanna og vænti eg, at tað verður nakað tað sama í ár, sigur hon. [...] hálvgum seks tíðina. Fleiri lokal valevnir eru á valevnislistanum hjá teimum ymisku flokkunum, og tað merkir eisini valið í Vestmanna. - Fólk eru spent, tí her eru nógv lokal valevnir. Umframt tey nýggju