- Fyribils eru eingi tekin í sól og mána um, at vit fara at fáa eini hvít jól, sigur Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari.
Í skrivandi stund eru hitastigini um 8 kring landið. Tað er bert ein góð vika eftir til jólaaftan, og givið er, at tað er trupult at spáa um veðrið við vissu so leingi frammanundan. Men hendir eingin broyting rímiliga skjótt, so skulu vit ikki vænta okkum nøkur hvít jól.
- Tað eru als eingi tekin um, at jólini vera hvít, staðfestir Hanus Kjølbro.
Men tað er nú heldur ikki nakað nýtt. Í Danmark hava tey hvít jól í miðal tíggjunda hvørt ár – onkuntíð ganga 20 ár í millum, at jólini eru kavaklødd.
- Soleiðis er eisini her heima. Vit hava onkra ímynd av, at jólini eiga at vera hvít, hóast tey at kalla ongantíð eru tað. Tað er kanska Disney, sum hevur forstýrað okkum myndina, sigur Hanus Kjølbro.
Í 2004 vóru hvít jól í Føroyum, minnist hann aftur á, tó hann ikki kann siga við vissu, um tað hava verið hvít jól síðani.
- Í 2006 minnist eg, at tað var bara ein nátt í Havn, har hitin fór niður um fortmarkið, sigur Hanus Kjølbro.
Samstundis síggja vit, at tað meira enn so kemur fyri, at kuldin kemur seinni.
- Í 2015 var kavi líka fram til mai mánað, tá ið mangur seyðamaður kom illa fyri av veðrinum. Men 2016 var heilt øðrvísi, sigur Hanus Kjølbro.
Hann staðfestir, at tað eru eingi mynstur, sum ganga aftur.
- Vit hava ongan kjans at vita nakað við vissu, tí tað skiftir so nógv og tað er einki afturvendandi mynstur, sigur hann.