- Fyrst og fremst skal grundarlag fáast

Fríggjadagin setti Mentamálaráðið Reidar Nónfjall sum nýggjan skúlastjóra á Føroya Handilsskúla, eftir at Ragnar Magnussen er vorðin fyrsti lærari í nýggja skúlanum í Kaldbak. - Fyrst og fremst er uppgávan at ogna mær vitan og innlit í arbeiðið, sigur nýklakti skúlastjórin, sum hevði fyrsta arbeiðsdag sín í gjár

Fyrrverandi strandferðslustjórin frá 1997-2002, 39 ára gamli Reidar Nónfjall, gleðir seg sera nógv til nýggju uppgávuna sum stjóri á Føroya Handilsskúla. Reidar Nónfjall vísir á, at stjórasessurin á Handilsskúlanum er eitt nýtt kapitull og ein spennandi avbjóðing í lívi hansara.
Fyrsti starvsdagur hansara sum stjóri á Føroya Handilsskúla var í gjár 1. september, og Sosialurin fekk orðið á hann, hóast hann sjálvsagt hevði nógv um at vera í nýggja umhvørvinum við Marknagilsvegin.

Tríggjar høvuðsavbjóðingar
Spurdur, hvørjar høvuðsavbjóðingar liggja fyri framman í nýggja starvinum, vísir Reidar Nónfjall á tríggjar høvuðsuppgávur, sum hann saman við starvsfólkum sínum hevur.
- Tað fakliga, pedagogiska og fyrisitingarliga eru tríggjar høvuðsavbjóðandi uppgávur. Tað fakliga er fyrst og fremst knýtt at lærarunum, tað pedagogiska næmingunum, meðan tað fyrisitingarliga er tengt at fíggjarligu viðurskiftunum og starvsfólkapolitikkinum, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá nýggja skúlastjóranum.
Reidar Nónfjall leggur afturat, at høvuðsmunurin og broytingarnar frá fyrrverandi starvið til nýggja stjórasessin fyrst og fremst er tengt at umhvørvinum.
- Eg vænti, at økið kring skúlan og umhvørvið sum heild verður nakað friðarligari enn tað, eg áður havi upplivað, og møguliga verður talan eisini um eitt starv, har lættari verður at meta um framtíðina, sigur nýggi skúlastjórin.
Reidar Nónfjall vísir á, at hann vónandi kann nýta tær royndir á leiðsluøkinum, hann hevur frá Strandferðsluni.

Royndir í skúlaumhvørvi
Reidar Nónfjall er sum áður nevnt ikki ókendur í stjóresessi, men nýggi skúlastjórin hevur eisini royndir innan skúlans gátt.
- Seinasta árið havi eg undirvíst á Føroya Handilsskúla í leiðslumenning, strategimenning og projektstýring, og umframt útbúgving mína sum cand. merc. havi eg eisini verið próvdómari á Handilsskúlanum. Á henda hátt havi eg nakrar royndir í skúlaumhvørvinum, og vónandi kann eg nýta hetta til nakað gott til frama fyri øll, vísir fyrrverandi strandferðslustjórin á.
Sambært Reidar Nónfjall fara komandi mánaðirnir á skúlanum at vísa honum, hvørjar ítøkiligar og nýggjar uppgávur liggja honum fyri framman.

Ongar broytingar í bræði
Spurdur, um nýggi handilsskúlastjórin ætlar at fremja nakrar broytingar, er hann avgjørdur.
- Tað hevði verið óseriøst at komið inn á nýggjan stovn og byrjað at broytt ymiskt, áðrenn eg havi savnað mær vitan og fingið innlit í skipanina, sigur Reidar Nónfjall avgjørdur. Hann vísir á, at uppgáva hansara fyrst og fremst er at seta seg inn í nýggja arbeiðið.
- Fyrst ætli eg mær at stinga fingurin í jørðina og seta meg inn í uppgávu stovnsins, bygnaðin, arbeiðið starvsfólksins og í fjórða lagi hvørjir tøknifrøðiligu møguleikar skúlans eru, sigur skúlastjórin á Marknagilsvegnum.
Sambært Reidari Nónfjall er henda gongd neyðug fyri at tryggja sær eitt grundarlag, og ikki fyrrenn tá kann ein meta um, hvussu skúlin skal mennast og koma víðari.

Skúlin tiltalandi
Nýggi stjórasessurin er sambært Reidari Nónfjall ikki beinleiðis ein gamal dreymur, men umhvørvið skúlans hevur tiltalað nýggja stjóran.
- Síðani eg fór av Strandferðsluni, havi eg arbeitt nakað við fyrireiking av skeiðum og undirvísing, og mær hevur dámt sera væl at arbeitt við tí fakliga, sigur Reidar Nónfjall.
Reidar greiðir víðari frá, at tá hann sá lýsingina eftir nýggjum stjóra, gjørdi hann sær skjótt sínar hugsanir, og við áðurnevndu royndum í skúlaumhvørvinum samsvaraði leiklutur hansara við tað, søkt varð eftir.
- So vónandi felli eg inn í landslagið á Handilsskúlanum, sigur nýggi skúlastjórin við einum smíli.

Virkin uttanfyri skúlan
39 ára gamli Reidar Nónfjall er eisini virkin uttanfyri skúlan, tí í løtuni er hann næstformaður í nevndini fyri Føroya Tele og somuleiðis nevndarlimur í Televarpinum.
- Hóast nýggja stjórastarvið ætli eg mær at halda fram í hesum sessum, og eg meti tað vera ein fyrimun at hava fingurin á pulsinum uttanfyri skúlan og vita, hvat rørist í vinnulívinum, sigur Reidar Nónfjall. Við at hava antennurnar úti ynskir hann eisini at hava betri innlit í, hvør tørvur er á undirvísing og førleikamenning á sjálvum skúlanum.
Umframt núverandi sessir starvaðist 39 ára gamli handilsskúlastjórin frá 1991-1997 sum fulltrúi á fíggjardeildini í Tinganesi, var síðani stjóri á Strandfaraskipum Landsins frá 1997-2002, og umframt at hava undirvíst á Handilsskúlanum hevur hann seinasta árið rikið egið virki, RN-Virkisleiðsla. Hann var næstformaður í Atlantsflog og stýrislimur í ábyrgdargrunninum frá 1994-1997, og í tíðarskeiðnum frá 1996-1997 var hann formaður í kommununevndini.
Reidar Nónfjall byrjaði sum nýggjur handilsskúlastjóri í gjár, og í samrøðuni við nýggja stjóran var tað stutta av tí langa fyrstu viðmerkingar hansara.
- Eg gleði meg sera nógv til nýggju uppgávuna!