- Fyri meg er ólavsøkan kappróðurin

Veronika Petersen heldur, at tað er líkasæla hjá foreldrum, sum er høvuðsorsøkin til, at ungdómur gongur rúsaður.

Fert tú á ólavsøku? 

 

- Enn havi eg ikki tikið støðu til, um eg fari á ólavsøku. Fari eg, so verður tað at hyggja eftir kappróðri. 10-mannafarið Norðingur, sum er úr heimbygdini, rør. Um teir vinna á ólavsøku ella ei, vil eg fegin verða partur av Molakórinum.

 

Tað sigur Veronika Petersen í Norðdepli.

 

Hon leggur aftrat, at kenslan, at heimbygdin er umboðað í tjóðarítróttini, kann fáa hennara róðrarhjartað at bresta, sum hon tekur til.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

- Fyri meg er ólavsøkan kappróður. Nú er so lagaligt at koyra til Havnar, so tað kann henda, at maðurin og eg fara ein túr til midnáttarsangin. Annars eri eg til kamping á Eiði, njóti friðin og fari at fylgja við ólavsøkuni í sjónvarpinum.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Eg endurtaki; tað er kappróður, sigur hon brosandi.

 

Veronika Petersen vísir á, at hon ongantíð hevur róð sjálv, men tá elsti sonur hennara byrjaði at rógva í 2015 við Klaksvíkar Róðrarfelag, opnaðust hennara eygu fyri hesi ítróttargrein.

 

- Eg livi framvegis í vónini um, at sonurin fer at rógva fyri felagið í heimbygdini.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Eg havi ikki so sterka meining um, hvussu ólavsøkan skal verða, men tað harmar meg at síggja ung fólk rúsað. Tey vaksnu - foreldrini - mugu taka ábyrgd av hesum.

 

Veronika Petersen heldur, at tað er líkasæla hjá foreldrum, sum heilt vist er høvuðsorsøkin til hetta.

 

- Hesin pástandur skal standa fyri mína egna rokning, tí eg veit, hvat tað er at vera foreldur í viðgongd og mótgongd, leggur hon aftrat.