tilboðini til tey brekaðu mangla. Hann vísir á, at tað er avmarkað, hvat ein einsamøll kommuna klárar. Men samstarv er ikki ókent á slíkum økjum, og tað vónar hann at kunna fáa í lag við aðrar kommunur, soleiðis [...] i í Fuglafirði, sigur, at hann óttast ikki fyri, at alt hetta virksemið, sum er í gongd í Fuglafirði í løtuni, fer at tyngja kommununa fíggjarliga. ? Tað er rætt, sigur hann, at tað minnir eitt sindur [...] Bygdur verður ein langur bygningur aftur á sama staði. Hesin bygningurin, sum verður 800 fermetrar til víddar, fer ætlandi at kosta einar níggju milliónir, tá hann stendur liðugur, væntandi til skúlaársbyrjan
rin, Egil á Bø, sat skaddur uttanfyri. Marni Djurhuus hevði Sorin Anghel undir liðini á sær í miðverjuni, og tað riggaði stak væl. Á vinstra vongverja var Leif Niclasen so stinnur, sum hann hevur verið [...] nøkur loyna, at vit síggja sigurin á meistarunum á útivølli at vera ógvuliga týdningarmiklan, sigur Bárður Olsen. Tá ið EB/Streymur í steypadystinum á heimavølli vann 1-0 á NSÍ, varð málið skorað í sambandi [...] 25 metrum endaði á skallanum á toppskjúttanum og sera væl upplagda Arnbirni Hansen, sum snittaði upp um í hesum førinum eitt sindur tøvandi NSÍ málverjan og í málið. Høvdu tamarhald á Tá kendist brekkan
at hann greitt peikar á Mette Frederiksen sum statsministara, og Sambandið og Fólkaflokkurin peika á Lars Løkke Rasmussen. Uttan mun til, hvør av hesum vil geva Føroyum størri frælsi og rásarúm á eitt [...] forðar okkum effektivt í at tamba avoldaðu heimastýrislógina - nakað, sum áður hóast alt bar til. Danir høvdu tørv á at fáa lógina samtykta, millum annað tí teir sjálvir fluttu so stórt vald til ES. Og h [...] velja umboð á Fólkating er, at vit mugu vera við til at viðgera og ávirka tey mál, sum hava týdning fyri Føroyar, og beinleiðis ávirka okkum. Tí mugu vit hava eina sterka rødd, sum ikki letur alt um seg
firmanavn úr Eysturoynni stendur á. Skal ivaleyst gera eitthvørt arbeiði í Vágum. Nú fær smiðjan helst kapping. Ein mási hevur sett seg á lyktina á pelanum oman fyri vegin. Hann eygðeiðir Rógva, sum gongur [...] hóast hann væntar sól og fjallroða á vári, ber væl til at ásanna, at eisini her á ársins myrkastu tíð, hava vit bæði tvey. Seyðirnir norðan fyri Fossá eru spjaddir. Liggja friðaligari nú, so hann sjálvur [...] góðum lag. Dansa og eru kátar. Tær leggjast á rútin og vilja líkasum vísa mær, at her skulu tær ráða. Men skjótt er um kortini, og lítla løtu seinni er ælið burtur, og sanniliga um ikki sólin sær á Malinstind
sum seldar eru á málningaframsýning á Varmakeldu, hanga á veggum, víða um. Lorvíksfjall og Tyrlarnir Ein tann fyrsti, sum fór at mála í bygdini, var Símun Oliver Johannesen. Hann búði Heimi á Sandi í Fuglafirði [...] vældæmdar og reyðbotnaðar. Hann hevði eina avgjørda meining om málningin. Hann búði uttan fyri tann partin av bygdini, sum bar dagin um húsarhornið. Norðuri á Enni sat hann frammanfyri gluggan og eygleiddi [...] in, Hans Jacob Hansen, hevur dvalt longi við málningin. Hevur tikið mangt til sín, og var hin fyrsti at rógva uppundir at fáa í lag málningaframsýning á Varmakeldu. Hann hevur fest manga løtuna á løriftið
er Jørgen á Nesi. Hann er nú ein maður uppá 62 ár. Hann hevur sitið í báti frá barnsbeini. Hevur flotið á sjónum alt árið runt “stundum í logn og møkum, stundum í ódn og hørðum tøkum”. Hann hevur roynt [...] inn og afturat árunum bar hann ein stóran byrðarleyp, smokkfullan av seiði og reyðfiski, sum hann setti á roykstovugólvið. “Gott kvøld, tygum hava fingið eina rætta veiðu á dyrging.” “Ikki veit eg [...] Gauntlet fekk fatur á bátin og førdi Jørgen við mannskap inn til Víkar. Eina aðra ferð var hann við línu á Høkilinum og hevði júst blakað tað seinasta flotið út, tá hann knappliga brast á av norðri. Fýramannafarið
vísdómi, men uppfatan mín og teirra er nokk ikki á somu bylgjulongd. Høgri bakkurin hjá Brøndby, Søren Colding, fekk nógvar viðmerkingar: »Han er fand´me bare så dårlig«. Síðumaðurin var skjótur at svara: [...] ikki á land. Føroyski landsliðsmaðurin í AGF Mánadagin áðrenn Brøndby dystin fingu vit eitt prát við Óla Johannesen, sum hevur verið sáttmálabundin yrkisleikari í AGF í nakrar mánaðir. Óli letur væl at [...] góvust við venjingini. Málverjin gavst eisini, men ikki tí hann bleiv skaddur. Kona hansara hevði mist vatnið, og so var bara at skunda sær á sjúkrahúsið at taka í móti tí lítla, kanska einum komandi AGF
so tað var trongt. Nú kemur hon runt, og hann fer at gula. Hann sjálvur er komin upp. So rópar hann: »Snørini inn, hann er komin lágt, 7-dúkin í framskutin á stórabáti og 9-dúkin úr seglkoyggjuni!« So [...] So varð kastað. Nei, lítið bar til. Aftur at sigla, út á djúpari vatn. Nú bar betur til. 9-dúkurin fór í seglkoyggjuna og 7-dúkurin í framskutin á stórabáti, traðkaðu hann væl, ligg har. Vit truffu við [...] verður siglt upp á prei. Skiparin og aðrir drukku kaffi. So fer Hans hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin. »Góðan dag, hvat hava tit fiskað? Vit hava roynt á Heglubankanum og Nesgrunninum á djúpum vatni.« Vit
Fótbóltsvøllurin á Gundadals-fløtu var framvegis einasti fótbóltsvøllur í Havn, tá fimtiárini vóru hálvrunnin. Fyri ein smádrong var hann ein so stór fløta, at tú hættaði tær næstan ikki á hann at sparka. Har [...] vildu vera so nær húsinum og spælarunum, sum til bar, tá teir runnu á vøllin og av vøllinum. Var ivaveður høvdu fleiri fast pláss undir húsavegginum og onkur á sjálvum trappusteininum. Upp aftur onnur skoðaðu [...] breyt hann næsar fyri felagið. Tey fyrstu árini læntu HB-ararnir eina grasfløtu í Hoydølum frá hoyvíksbóndanum at spæla á, men hetta var ongantíð ætlað sum ein varandi loysn. Tað fell so væl í lag, at M
rar merktu, er kapasiteturin á skipanini so lítil, at tað mestsum ikki bar til at brúka internetið í gjár og týsdagin. Kapasiteturin, ið er settur av til internetferðslu á fylgissveinasambandinum hjá Føroya [...] internetbrúkarum á Cantat kaðalinum, og tí fer Føroya Tele í næstum at leiga seg inn á ein størri part av hesum kaðali. Ætlanin er, at í heyst skal kapasiteturin til internetnýtslu á Cantat kaðalinum økjast [...] óloysiliga heftar at netinum. Nógv av teimum mest vitjaðu støðunum á netinum so sum Sosialurin, Dimmalætting og leitiskipanin in.fo liggja á servarum uttanlands, og tí vórðu hesi lítið vitjað týsdagin og mikudagin