Hevði hann bara verið í skóm

Fótbóltur: Mikudagin í síðstu viku vóru nakrir vitjandi føroyingar staddir í Árhus. Teir vóru komnir at síggja dystin millum AGF og Brøndby. Eli Hentze var ein teirra og hann hevur nakrar hugleiðingar um um AGF og føroyska landsliðsleikaran

Siðvanda stórfelagið úr næststørsta býi Danmarkar hevur svárar trupulleikar at dragast við. Pengakassin sigst vera so sera slunkin, at tað stendur um lív. Àsett krónutal av eginkapitali krevst, og AGF kann koma í ta støðu, at banakabókin vísir tøl, ið ikki verða góðtikin, skal felagið framhaldandi verða professionelt rikið.

Men so galið fer tað tó ikki at blíva. Núverandi leiðsla felagsins roynir at sigla millum skerini og úr Árhus verður sagt, at skútan rennur ikki á land.


Føroyski landsliðsmaðurin í AGF

Mánadagin áðrenn Brøndby dystin fingu vit eitt prát við Óla Johannesen, sum hevur verið sáttmálabundin yrkisleikari í AGF í nakrar mánaðir. Óli letur væl at tilveruni sum yrkisleikari. Hann heldur, at tað er strævið men gevandi. Alt gogur so nógv skjótari fyri seg, so ein noyðist at vera 100 prosent klárur allar 90 minuttirnar, eins væl og til ta dagligu venjingina, sigur Óli.

Seinnapartin mánadagin var Óli saman við hinum til venjing. Dysturin móti Kekkia sat enn í beinunum, men hesin trupulleikin var onki sammett við allar skaðarnar fleiri av spælarunum í hópinum drógust við.

Fleiri spælarar góvust við venjingini. Málverjin gavst eisini, men ikki tí hann bleiv skaddur. Kona hansara hevði mist vatnið, og so var bara at skunda sær á sjúkrahúsið at taka í móti tí lítla, kanska einum komandi AGF málverja.

Soleiðis endaði venjingin við nøkrum fáum leikarum, ið spældu á einum lítlum øki við tveimum málum. Venjarin, Peter Rudbæk, mátti viðganga, at støðan áðrenn Brøndby dystin kundi verið betri!!


Lagið gott

Mikukvøldið kl. 19.30 vóru umleið 8.000 áskoðarar komnir inn á stadion, ið tekur út í móti 20.000. Lagið var gott og veðrið var gott. Við báðar endarnar eru standipláss, restin er sitipláss. Dysturin var ein sokallaður »high-risk«, og tí var stórt tal av løgreglumonnum runt vøllin. Áskoðararnir hjá Brøndby vóru plaseraðir í øðrum endanum og ivrigastu AGF áskoðararnir í hinum endanum. Stutt fyri dystarbyrjan fór at regna, men hvørki áskoðararnir undir opnum himli ei heldur mongu VIP´ararnir í stásiligu VIP-hølunum góvu sær fær um hetta. VIP´ararnir blivu so ikki vátir av regninum!!!


Óli Johannesen

byrjar inni

Tíbetur fyri okkum byrjaði Óli dystin. Hann spældi í høgru síðu í 4 mans verjuketuni. Og tað skal verða sagt beinavegin. Óli spældi ein meira enn hálvvánaligan dyst.

Sekundpinnurin var ikki gingin einaferð rundingin, tá ið bólturin lá í AGF málinum. Tað sá út til, at Óli gleið, og Brøndby leikari stríkur avstað við bóltinum. Fløt avlevring verður send yvir í vinstru, har annar leikari kemur við ferð og ísakalt trillar hann framvið sakleysa Lars Windfeld í AGF málinum.

Vit, føroyingarnir, vóru samdir um, at fríspark varð gjørt móti Óla, men dómarin var ikki samdur við okkum í tí metingini.

Eftir hetta royndi AGF at trýsta spæli inn á Brøndby hálvuna, og hetta eydnaðist eisini. Nakrir vandamiklir møguleikar vóru eisini, men eyðkent fyri botnlið, so vildi tann runda kúlan ikki innum smølu fløtu málstrikuna.

Bert ta einu ferðina var Óli so langt frammi, at hann hevði møguleika at royna seg móti málinum. Gott innlegg úr vinstru kemur allan vegin yvirum til handaru stong, har Óli kemur við fullari ferð og skal smekka til, men Óli heilkiksar skotroyndina. Áskoðararnir aftanfyri, ið sanniliga gjørdu sítt til at dysturin gjørdis undirhaldandi fyri meg, vóru beinanvegin klárir við eini stingandi viðmerking: »Nej, hvis han bare havde sko på!!«

Tá ið dómarin boðaði frá hálvleiki kundi staðfestast, at teir blágulu frá Vestegnen førdu við einum máli móti ongum. Í seinna hálvleiki var sama søgan. Hesaferð var sekundpinnurin komin nærum 4 ferðir runt, so lá bólturin aftur í AGF málinum.

Uppspæl í høgru endar við einum giftigum fløtum innleggi frá Ole Bjur heilt yvir til handaru stong, har Peter Madsen lættliga setur innarusíðuna á. So var hesin dysturin í veruleikanum av. Nú var bara spurningurin fyri okkum føroyingarnar, hvør fór at vinna pengapuljuna. Tveir av okkum høvdu ein 2-0 sigur til Brøndby, og tað lætnaði ikki sørt hjá teimum, tá ið Peter Madsen fyri opnum máli brendi stóran møguleika móti endanum av dystinum.


Festlig ramma

hóast alt

Hóast AGF stríðist í botninum, var ramman festlig og stórsligin, verður hugsað um nakra sammeting við føroysk viðurskifti.

Áðrenn dystarbyrjan og leikararnir vóru enn ikki komnir inn á vøllin, fingu vit hitan rættiliga, tá ið riðil av ungum damum komu rennandi inn á vøllin. Allar í AGF litum; svørtum og hvítum. Stillaðu seg við miðrundingin, har stórt OPEL merki lá. Tónleikurin rungaði, meðan tær gjørdu mjadnafimleik. Í besta amerikanska stíla høvdu tær eisini stóran dusk í hondini, Guð viti hví? Fyri betur at halda hitan kanska. Onkrir av áskoðarunum har eg sat undraðust á, hví tær høvdu duskin í hondini.

Síðani komu liðini á vøllin. Fyrst Brøndby og síðani AGF. Dansigenturnar tóku OPEL merki við sær av leikvøllinum; »så får I ikke mere reklame for de 25 øre« Nú galt tað tað, vit áskoðarar vóru komnir at síggja: fótbóltsdystin.


Entusiastiskir áskoðarar og AGF søgur

Dysturin var ikki tað heilt stóra upplivildi, men áskoðararnir aftan fyri meg, hugnaðu sær tó óført. Skal sigast, at allarhelst var onkur ølin farin niðurum, og tær gjørdu teir kanska meira vísar, enn teir í veruleikanum eru. Ikki tí at útsagnir teirra bóru brá av vísdómi, men uppfatan mín og teirra er nokk ikki á somu bylgjulongd. Høgri bakkurin hjá Brøndby, Søren Colding, fekk nógvar viðmerkingar: »Han er fand´me bare så dårlig«.

Síðumaðurin var skjótur at svara: »Kan du ikke komme med en nyhed« Hesin orðadráttur bleiv uppafturtikin fleiri ferðir gjøgnum dystin. Sum dysturin leið, og tað gjørdist meira sannlíkt, at AGF ikki fór at fáa stig, gjørdist máltalvan spennandi miðdepilin.

Hvørja ferð mál varð skorað í einum av hinum dystunm, ljóðaði ein gingla, og so vóru øll eygu vend tann vegin. Í fyrstuni trúði eg, at størsti spenningurin stóðst av, hvussu liðini í niðara enda á stigatalvuni mundu klára seg, men bleiv skjótt greiðir yvir, at tað var veddingaseðilin tað galt. Henda dagin kláraðu botnliðini seg óvæntað væl, og hetta setti grá hár í høvdi á ivrigu veddarunum.

AGF tapti sum sagt 2-0 og Óli og liðfelagar hansara mugu í løtuni taka til takkar við at teljast millum tey liðini, ið eru búsitandi í neðra á stigatalvuni. Henda støðan er ikki haldbar í longdini fyri árhusianska stórfelagið, men vegurin uppeftir tykist trupul.

Hvar og hvussu sigrarnir skulu koma, ja tað má tíðin vísa! Men hesar báðar fittu søgurnar til endans staðfesta truplu støðuna hjá Óla og teimum:

Pápin og sonurin hava verið til dyst hjá AGF og eru blivnir eitt sindur ósamdir. Pápin hevur givið soninum ein lítlan lúsing. So sigur sonurin við pápan: »Jeg vil tilbage til AGF« »Hvorfor dog det«, spy pápin. »Fordi de slår ingen«

Hvussu fær tú AGF at blíva nummar eitt? Vend ávísuni á.