Framdrift í Fuglafirði

Fleiri virkisbygningar umframt almennar bygningar eru í gerð í Fuglafirði. Fólkatalið veksur, og útstykkingar eru á veg


 

Kommunalpolitikkur

Fuglafirði: Stórarbeiði eru í gongd í Fuglafirði. Men borgarstjórin óttast ikki fyri, at kommunan kemur í neyð av tí, tí Fuglafjørður er fíggjarliga væl fyri, og einki er sett í gongd, uttan at peningur er til.

Fýra virkisbygningar verða í løtuni bygdir í Fuglafjarðar Kommunu. Tveir frystitunnlar eru í gerð, umframt at mentanarhúsið er um at vera liðugt. Eldrasambýlið Vesturstova fær fleiri búpláss, og Fuglafjarðar Skúli stendur fyri eini størri útbygging. Eisini verður arbeitt við at gera eina kommunala bussrutu millum Fuglafjørð og Kambsdal. Hendan ætlanin er komin heilt væl áleiðis.

Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, sigur, at hann óttast ikki fyri, at alt hetta virksemið, sum er í gongd í Fuglafirði í løtuni, fer at tyngja kommununa fíggjarliga.

? Tað er rætt, sigur hann, at tað minnir eitt sindur um tað, sum hendi í áttatíárunum. Men nú er bara tann munur, at vit eiga fyri tað, vit gera.

Og býarverkfrøðingurin í fuglafirði leggur aftrat, at nú verða útbyggingarnar gjørdar eftir, hvussu fíggjarorkan er, og hvussu roknað verður við, at hetta fer at forrenta seg. Fyrr var tað so, sigur býarverkfrøðingurin í Fuglafirði, at bygt varð út eftir, hvussu nógvan almennan studing til bar at fáa.


Almenn arbeiði

Fleiri almenn arbeiði standa fyri í Fuglafirði. Mentanarhúsið er um at vera liðugt. Skúlin verður bygdur út, eins og eldrasambýlið verður víðkað.

Mentanarhúsið í Fuglafirði er ikki kommunalt sum so, sigur borgarstjórin. Men kommunan hevur spýtt eitt sindur í kassan. Einar 500.000,- krónur árliga í trý ár. Og tað heldur hann vera eina góða íløgu, tí hetta húsið er tiltrongt.

Men eitt slíkt hús krevur rímiligt eisini parkeringspláss. Og tann trupulleikan loysir kommunan í løtuni saman við einum øðrum trupulleika, sum var ein ferðsluforðing á havnarlagnum.

Oman fyri nótavirkið uttan fyri Havsbrún hevur staðið ein nøs oman úr berginum, sum ongantíð varð sprongd burtur, tá annars varð sprongt út eftir, greiðir Sigurd Simonsen frá. Tað hevur ikki bilað sum so higartil, tí ferðslan hevur gingið niðan fyri nótavirkið.

Men nú byggir Havsbrún enn eina stóra goymslu niðan fyri nótavirkið, og so gerst ov trongt.

Tí verður hetta petti av berginum sprongt burtur, so koyrandi verður út eftir havnarlagnum oman fyri bygningarnar. Grótið verður so flutt heim um mentanarhúsið og lagt út á sjógv har, soleiðis at eini 60-70 parkeringspláss fáast burtur úr tí.

Og tey koma væl við inni í miðbýnum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Tí har liggja bæði kirkjan og Siloa, sum ofta hava stór tiltøk. Og tá er vanliga brúk fyri parkeringsplássum. Soleiðis fáast her tvær flugur fyri sama slag.


Báðir endarnir

Til teir yngru fuglfirðingarnar verður skúlin bygdur út, og til teir eldru verða seks kømur innrættað aftrat í kjallaranum á Vesturstovu.

Fuglafjarðar Skúli stendur fyri eini umfatandi útbygging. Hetta er stórarbeiði, sum fer at taka fleiri ár, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri.

Fyrsta byggistig, sum umfatar bygging av serstovum, er farið í gongd. Byrjað er at grava út fyri nýggjum bygningi niðan fyri sjálvan skúlan. Talan er um at taka súkkluskúrin, sum stendur í niðara kanti av skúlagarðinum, niður.

Bygdur verður ein langur bygningur aftur á sama staði. Hesin bygningurin, sum verður 800 fermetrar til víddar, fer ætlandi at kosta einar níggju milliónir, tá hann stendur liðugur, væntandi til skúlaársbyrjan 2003.

Farið er undir betongarbeiðið, sum Jan Mohr í Fuglafirði hevur tikið á seg at gera fyri smáar 800.000,- krónur.

Stutt frá skúlanum heldur eldra ættarliðið av fuglfirðingum til í eldrasambýlinum Vesturstovu.

Vesturstova hevur níggju búpláss, meðan eitt pláss er til umlætting. Í heyst verða seks búpláss aftrat innrættað í kjallaranum, soleiðis sum húsið varð gjørt út til frá byrjan.

Saman við teimum plássunum, sum Fuglafjarðar Kommuna hevur á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík, er tørvurin nú nøktaður, sigur borgarstjórin.

Til barnaansingina er eingin bílilisti í Fuglafirði. 40 heiltíðar barnagarðspláss eru í dagstovninum, meðan vøggustovuplássini eru 20. Umframt eru eisini 40 heiltíðar dagrøktarpláss. Umroknað eru alt í alt eini 140 børn i kommunalari barnaansing í Fuglafjarðar Kommunu.

Men Sigurd Simonsen, borgarstjóri, ásannar tó, at tilboðini til tey brekaðu mangla. Hann vísir á, at tað er avmarkað, hvat ein einsamøll kommuna klárar. Men samstarv er ikki ókent á slíkum økjum, og tað vónar hann at kunna fáa í lag við aðrar kommunur, soleiðis at eisini hesin tørvur verður nøktaður.

Fólkatalið í Fuglafirði vaks í fjør við umleið 50 fólkum. Eftirspurningur er eftir grundstykkjum, og tí er farið undir útstykkingarætlan Vesturi í Bø, sum umfatar eini 15 grundstykkir. Útstykkingin verður væntandi byggiklár seint í heyst, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Eisini eru ætlanir um at keypa lendi aðrastaðni í Fuglafirði til útstykking, sigur hann.