Listarliga skapanarsøga fuglfirðinga

Mong strok eru farin eftir løriftinum, og mikið av oljurivnum hevur fest seg í eygnakrókarnar á fólki, og mangar myndir, sum seldar eru á málningaframsýning á Varmakeldu, hanga á veggum, víða um.

Frits Johannesen


Í ár eru tríati ár runnin síðani fyrsta málningaframsýningin var á Varmakeldustevnu. Leita vit aftur til hesar dagar og fram til dagin í dag, eru mong strok farin eftir løriftinum, og mikið av oljurivnum hevur fest seg í eygnakrókarnar á fólki, og mangar myndir, sum seldar eru á málningaframsýning á Varmakeldu, hanga á veggum, víða um.


Lorvíksfjall og Tyrlarnir

Ein tann fyrsti, sum fór at mála í bygdini, var Símun Oliver Johannesen. Hann búði Heimi á Sandi í Fuglafirði, og lýsti hann í málningunum sínum, umhvørvið hiðani. Lorvíksfjall átti fastan sess í myndum hansara, og Tyrlarnir smæddust heldur ikki burtur úr hesum livandi strokum. Mánalýsið, skaddan, sum datt inn um Varmakeldueiðið, trøini, aldudragið á Sansinum og skipini, sum lógu á vágni og isaðu í, vóru ein partur av hesum drátti. Her var marglitti heimur hansara - skaldaheimurin, sum varð festur á løriftið?soleiðis var byrjanin. Áðrenn tað kunnu vit siga, at skapanarandin lá yvir tí djúpa firðinum og bíðaði eftir orðunum: Verði ljós! Og tað varð ljós. Ljósið festi seg á løriftið. Hetta var fyrsta dagin, og mong sóu, at tað var gott.


Dýrgripurin

Síðani tá vóru tað nakrir, sum tóku samanum og bóru ljósið inn í stovur og hallir. Ikki kunnu vit fara avstað, uttan at nevna Kristjan Hansen, Kristjan hjá Benadikt - so sjáldsamur og friðsamur var hesin listamaður. Teknaði, málaði og fotograferaði hvørt kykt og hvørt mansbarn her í bygdini. Honum til heiðurs er ljómur av dagsverki hansara ein dýrgripur í bygdini. Eitt endurskin av listarligum dropum, ið mala sum smáir iðukálvar á stillini vatni. Hetta var annar dagur. Og tað var gott.


Knortlut er gott

Kristjan Vígda, sum búði norðuri á Enni, var kanska tann mest sjáldsami av teimum fyrstu. Hann málaði smáar sluppir, vældæmdar og reyðbotnaðar. Hann hevði eina avgjørda meining om málningin. Hann búði uttan fyri tann partin av bygdini, sum bar dagin um húsarhornið. Norðuri á Enni sat hann frammanfyri gluggan og eygleiddi rákið í bygdini. Hann var sjómaður, og hevði mangan brattan farið; tí vóru sluppirnar hansara partur av hesum skaldaheimi, ið róði upp undir løturnar. Orð hansara, um at teir knortlutu málningarnir vóru teir bestu málningarnir, sita enn í huganum. Kanska er tað so. Hetta var triði dagurin. Ljósið mentist í hvørjum. Og tað var gott.


Ævigi listamaðurin

Sælar løtur hava verið í fimleikarhøllini øll hesi árini. Ein lyfti, annar lætti - førdi seg fram og metti um myndirnar og gav teimum skoðsmál eftir sínum hegni. Tann ævigi listamaðurin, Hans Jacob Hansen, hevur dvalt longi við málningin. Hevur tikið mangt til sín, og var hin fyrsti at rógva uppundir at fáa í lag málningaframsýning á Varmakeldu. Hann hevur fest manga løtuna á løriftið og vovið skart og skrúð úr sínum musiska hugaheimi. Hann er eisini ein av teimum fyrstu, og gongur sum ein profetur úr Gamla Testamenti og lívgar um okkum í tí dagliga. Hann er fróður maður og veit um mangt at siga, eisini tá farið varð undir at mála málningar í bygdini. Tí telist hann millum teir fyrstu. Hetta var fjórða dagin, og sólin stavaði niður á tann gamla fjørðin og lýsti signing yvir tey, sum tordu at vera eitt sindur øðrvísi. Og tað var gott.


Lið millum gamalt

og ungt

Maður kom úr Sumba; Valdemar Djurhuus, sýslumaður. Hann hevði pensilin við sær, og málaði myndir úr Fuglafirði og Sumba. Hann lat málningin í jarpt, gult ljós og daggrønan vøkstur. Hann er eitt lið millum teir fyrstu spámenninar og teir ungu málararnar, sum smædnir litu upp í himnahválvið og bóðu ljósið signa dagin og løtuna á løriftinum. Hetta var fimta dagin, og enn var skapanin ikki liðug. Hon setti halkoytur í sinnið, og talaði við stilla máli sínum í fimleikarhøllini til teirra, sum komu á málningaframsýningina, ár um ár; bæði tey sum sýndu fram og so tey, sum stukku inn á gólvið og fingu sær eina hugfarsliga løtu inni í høllini, frammanfyri málningunum. Og tað var gott.


Ljóðkátu sekstiárini

Sætta dagin komu allir teir ungu málararnir, sum nú dittaðu sær at rópa seg listamenn. Ljósið mentist og skyggingarløturnar gjørdust stórbarar og sælar. Andin frá teimum ljóðkátu sekstiárunum reistist øgiligur úr tí djúpa firðinum, har sum bert likkur, másar og øskulittir vetrarfuglar høvdu fargað løtuna. Men nú?nú var tað listin, sum fór yvir tann spegilsblanka fjørð og litaði hvítmyljurnar, sum uppøstar rópaðu upp til tann himmalska listamannin. Og hann sá, at tað var gott.


Tað er gott

Guð vælsignaði hin sjeynda dagin, og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað og gjørt (1. Mós 2,4).

Í ár er sjeyndi dagur. Síðani 1969 er henda skapanin farin fram. Hetta er søgan um ein part av Varmakelduframsýningini og uppruna hennara. Og tað er gott?


Genta

Tú ert veingjasløg

í málsins fríska ljósi

suð og gul máling

á pensli listamansins

svallig døgg á

tómum speglum

men eisini skyggjandi

knívar

í skugga sannleikans

kvirrar løtur

livandi arr í slignum

brekkum

helluæðrar ørkymlandi

mótloysi

í trongum gøtum


(Alexander Kristiansen)