Ongantíð aftur

Hetta er seinasta ferðin, at internetsambandið hjá føroyingum fer at verða so vánaligt, sum tað gjørdist týsmorgunin, tá farið varð undir at umvæla Cantat kaðalin. Tað torir stjórin á Føroya Tele næstan at lova

Føroyingar liðu internetdeyðan týsmorgunin, og tað var ikki fyrstu ferð. Men fyri hvørja ferð tað hendir, rakar tað meinari enn fyrr, tí alsamt fleiri privatpersónar og serliga fyritøkur gerast óloysiliga heftar at netinum.

Nógv av teimum mest vitjaðu støðunum á netinum so sum Sosialurin, Dimmalætting og leitiskipanin in.fo liggja á servarum uttanlands, og tí vórðu hesi lítið vitjað týsdagin og mikudagin, tá sambandið til útheimin koyrdi við sera lágari ferð.

Aðrar fyritøkur hava so at siga alt handilssamskifti við ávísar leverandørar ígjøgnum netið, og tí kann tað hava víttfevnandi fylgjur, um sambandið knappliga er mestsum deytt eins og tað var týsdagin og í gjár.

Á Føroya Tele ásanna tey, at tað ikki longur ber til at slíta netsambandið við útheimin heilt, heldur ikki um talan bert er um ein dag ella tveir, og tí verða stig nú tikin at gera ein betri backup skipan, sum altíð er klár at taka við, um sambandið ígjøgnum Cantat kaðalin verður slitið aftur.

Cantat kaðalin er sjálv telelívæðrin millum Føroyar og meginlandið.


Átta ferðir minni

Føroya Tele hevur longu eina backup skipan við tað at ein ávísur kapasitetur á fylgissveini verður brúktur til internetsamskifti, tá kaðalsambandið er kvett.

Tað var hendan skipan sum tók við týsmorgunin, tá alt samband um Cantat kaðalin varð slitið.

Men sum flestu internetbrúkarar merktu, er kapasiteturin á skipanini so lítil, at tað mestsum ikki bar til at brúka internetið í gjár og týsdagin.

Kapasiteturin, ið er settur av til internetferðslu á fylgissveinasambandinum hjá Føroya Tele, er átta ferðir minni enn kapasiteturin á kaðalinum, sum í sær sjálvum er nakað lítil í mun til tann tørv, ið føroyskir internetbrúkarar hava.

Tí nyttar hendan backup skipan lítið og einki sum er.

Men nú fer Føroya Tele at gera avtalu um at leiga ein størri part av fylgissveinakapasitetinum, og ætlanin við hesum er at tryggja, at internetsambandið millum Føroyar og meginlandið altíð kann koyra við rímiligari ferð, eisini um Cantat kaðalin skuldi farið aftur.


Hendir ikki aftur

Ætlanin er at leiga eitt 4 megabit samband á fylgissveininum, sum altíð skal vera tøkt til internetnýtslu. Hetta svarar til tann kapasitetin, sum vanliga er settur av til internetsamskifti á Cantat kaðalinum, so talan verður um eitt eins gott fylgissveinasamband og núverandi kaðalsambandið. Hesin kapasitetur skal so brúkast, um tað aftur hendir seg at kaðalsambandið verður slitið.

Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin torir soleiðis næstan at lova, at tað ikki kemur fyri aftur, at føroyskir brúkarar fara at hava so vánaligt internetsamband, sum tað teir hava

havt seinastu tveir dagarnar.

Orsøkin til at lyftið við einum ávísum iva er, at internetferðslan úr Føroyum niður á meginlandið økist við øgiligari ferð.

So hóast dataflutningskapasiteturin um fylgissvein skjótt gerst áttafaldaður, so hjálpir tað einki, um ferðslan eisini er áttafaldað, næstu ferð Cantat kaðalin slitnar.

Men ætlanin er so, sigur Andras Róin, at internetsambandið ongantíð aftur skal gerast eins vánaligt og tað gjørdist týsmorgunin.


Bráðfeingis hjálp

Tað fer væntandi at taka minst eina viku at umvæla Cantat kaðalin, og tí roynir Føroya Tele longu nú at betra interetsambandið um fylgissvein fyribils, so tað aftur verður nýtiligt.

Í gjár arbeiddi televeitarin við at gera avtalu um at bráðfeingis leiga ein størri part av fylgissveinakapasitetinum, so hjálpast kundi um internetsambandið beinanvegin. Væntandi fór hetta at koma í lag longu í gjár soleiðis at dataflutningskapasiteturin um fylgissvein kundi vera umleið helvtina av tí, sum hann vanliga er um Cantat kaðalin.

Tá skuldi aftur borið til at brúkt internetið, tó við nakað minni ferð enn vanligt.

Annars er tað aftur vorðið eitt sindur trongligt hjá internetbrúkarum á Cantat kaðalinum, og tí fer Føroya Tele í næstum at leiga seg inn á ein størri part av hesum kaðali.

Ætlanin er, at í heyst skal kapasiteturin til internetnýtslu á Cantat kaðalinum økjast úr núverandi 4 megbittum upp í 8 ella kanska 12 megabit.

Sum er merkja internetbrúkarar at ferðin ikki altíð er sum hon átti at verið, men tann trupulleikin átti at verið loystur fyribils við økta kapasitetinum á kaðalinum.