eisini óheppin, tá Christian Høgni. B36 verjumaðurin tapti luftstríð við Óla Hansen og so var 2-0. Tað gjørdist 3-0, tá B36, sum tá var frammarlaga stødd og tískil tunn, ikki dekkaði nóg væl. Carl H. Høgnesen [...] eiga at fara at fáa. Leirvíkingar løgdu rygg til tvey stórtap: NSÍ vann 6-0 í Leirvík, og B36 sendi leirvíkingar norður við 7-0 tapi á bakinum. 2. páskadag var NSÍ í Sumba. Teir fóru suður við trolara longu [...] á ferðini Sumbingar spældu í Leirvík týskvøldið og í Gundadali mikukvøldið. Í Leirvík taptu teir 3-0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið aftanfyri við einum máli. Hóast tað vóru møguleikar báðar
vunnu vágbingar 3-1 í Sumba, meðan dysturin í Vági ? tað var eisini seinasti dystur á árinum ? endaði 0-0. GÍ hevur takið á ÍF Gøtumenn fara til Fuglafjarðar væl vitandi um, at teir sum oftast eru omaná móti [...] seinastu mongu árini. Í fjør vunnu gøtumenn 4-0 í Fuglafirði. Árið fyri tað endaði tað við javnleiki 1-1, og í 1995 spældi ÍF ikki í 1. deild. Í 1994 vann GÍ 2-0, og tað gjørdu teir eisini í 1993. B36 spælir [...] dysti. Sum heild hevur tað gingið striltið hjá NSÍ móti B36 í Havn. Í 1995 vann B36 1-0, og árið fyri tað var úrslitið 2-0 til B36. John Petersen var leikbannaður seinast á Tvøroyri, men kemur aftur úr Noregi
Gundadali, men í 1996 var úrslitið 0-0. Árið fyri tað vann HB 3-1, men í 1994 komu heldur eingi mál. Tað komu tað hinvegin í 1993, tá HB vann 5-4 eftir at hava verið á odda 5-0 eitt skifti. VB og KÍ bæði fullmannað [...] í fjør endaði 1-0 til VB. Í 1996 vóru klaksvíkingar omaná 2-0, og tað vóru teir eisini í 1995, tá VB æt Sumba/VB. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Í 1994 var VB í 2. deild, men í 1993 vann KÍ 1-0. Fuglfirðingar [...] landskappingardyst á Tvøroyri, var í 1996, og ta ferðina vann B36 3-0. Í 1995 vunnu tvørámenn 3-2, og í 1994 og 1993 var úrslitið tað sama: 2-0 til B36. HB kann fáa FM longu í morgin HB er sera nær við at ogna
vunnu gøtumenn eisini, hesaferð 2-1, og árið fyri tað var úrslitið 4-1 til GÍ. Dysturin í 1993 endaði 0-0. Bæði liðini skuldu verið rættiliga væl fyri. Gøtumenn hava havt ? og hava ? eina strævna skrá, men [...] num fyrr í ár. Tað var málríkt í fjør, tá B36 vann 8-3 á ÍF í Gundadali. Í 1996 vann havnarliðið 4-0, tá fuglfirðingar júst vóru komnir upp úr 2. deild. Í 1994 vann B36 henda dystin 2-1, og árið frammanundan [...] tvey pláss. Nú hava teir bara ein. Óli Hansen hevur brotið beinið og Mortan Hansen er burturstaddur. Gert Langgaard, sum fram til summarsteðgin gekk við brotnum armi, breyt sama armin í Gundadali móti HB
avrikinum fyrstu løtuna, tá teir vóru omaná. Kristian Høgni Jacobsen var einsamallur fremstur, og Gert Langgaard var beint aftanfyri hann. Við teimum báðum á odda og við fløtum bóltum um beinini á HB [...] Dánial Hansen og Sjúrður Jacobsen í verjuni, Kári Hansen og Eyðstein Skipanes á miðvøllinum, og so Gert Langgaard, sum var fluttur fram í spíssin, ið kundu vera nøgdir við teirra avrik seinnapartin av fyrra [...] metrum stakk mitt fyri til Súna Fríða Johannesen. Hann sneiddi miðverjan og málverjan av, og so var 1-0, og tað lá í luftini, at HB fór at vinna sannførandi, tí nú bar teimum til at dúva uppá kontramøguleikar
umfari av kappingini. NSÍ kundi ikki reisa seg, og GÍ-ararnir vóru alt annað enn mettir. Og 3-0 bleiv til 4-0, tá klokkan vísti 61 minuttir. Tað var aftur Sámal Joensen, sum hesaferð varð spældur púra leysur [...] betri loysnir. Enn ein gáva Tá tað vóru fáir minuttir eftir av fyrra hálvleiki, tók GÍ seg upp á 2-0, og enn eina ferð var tað ein gáva frá NSÍ, sum gøtumenn gjørdu sær dælt av. Ein langur bóltur verður [...] spakulig. Sámal fær fatur á bóltinum og sendir inn til Henning, sum er komin við fram, og so er støðan 2-0. Hvørki Sámal Joensen ella Henning Jarnskor eru álopsspælarar av natúr, men danski Søren Skov Jørgensen
Jacobsen stakk Gert Langgaard (fyri fyrstu ferð í langa tíð á liðnum) leysan í høgru, og Kristian Høgni Jacobsen møtti flata innlegginum, sum hann kanóneraði í meskarnar. Í staðin fyri 2-0 til B68 var støðan [...] Runavík vóru annar parturin í tættari og alt annað enn væl leiktari grannauppgerð. B68 var á odda 1-0, tá tað restaði ein minuttir av fyrra umfarinum. Málið fingu teir eftir 32 minuttir, og talan var um [...] var einki at siga til, at teir vunnu. Teir høvdu fleiri møguleikar í 2. hálvleiki, og meðan tað var 1-0 til B68 í 1. hálvleiki, stútaðu teir á heimaliðnum eitt innlegg í stólpan. Í hesum HM tíðum verður ofta
summarsteðginum. Hjá NSÍ er Kári Hansen leikbannaður. Hann hevur fyri tað mesta verið á miðvøllinum í ár. Gert Langgaard er so smátt farin at renna aftur, og teir vóna, at hann verður klárur eftir summarsteðgin [...] flutti niður, og GÍ, sum vann FM, spældu í 1996 vann GÍ báðu ferðirnar. Teir vunnu 3-1 í Gøtu og 3-0 á Sevmýri.
framvegis trupulleikar í rygginum og var ikki við, tá føroyameistararnir seinasta sunnudag vunnu 7-0 á TB. Tað var Bjarni Prior heldur ikki, so væntandi verða tað teir somu, sum manna B36-verjuna í dag [...] NSÍ hevur verið rættiliga nógv plágað av skaðum higartil í ár, og eisini í dag eru fleiri ivasamir. Gert Langgaard hevur ikki spælt leingi, tí hann breyt armin tíðliga í kappingarárinum, men gipsið skuldi [...] Radosavljevic og Óli Johannesen, sum báðir høvdu leikbann móti B36, og tað varð revsað við einum 7-0 ósigri. B68 hevur eisini allar sínar mans tøkar. Jákup Eli Olsen hevur ligið sjúkur og fingið pensilin
grasvøllinum B68 tekur í morgin ímóti VB, sum reisti seg aftur seinasta sunnudag við óvæntað at vinna 2-0 í Gøtu. Sum skilst hevur B68 ætlanir um at spæla dystin á grasvøllinum, men tað seinasta vit hava frætt [...] seinasta vikuskifti, og nú skulu teir so royna at reisa seg í torførum útidysti. Tað verður uttan Gert Langgaard, sum breyt armin, seinast NSÍ spældi móti KÍ, og sum má bíða eina ella tvær vikur afturat