Fyri 117. ferð í ár hittust GÍ og NSÍ á fótbóltsvøllinum, og hesaferð fekk NSÍ oyruni í GÍ-maskinuna, men sannførandi 5-1 sigurin hjá gøtumonnum varð grundlagdur við tveimum verjubrølarum í fyrra hálvleiki.
Liðið úr Runavík hevði eina góða fyrru helvt í kappingini, og nú lagt varð til brots aftur eftir summarsteðgin, lá NSÍ á triðja plássi.
Hjá GÍ hevur tað gingið meira misjavnt higartil, men móti NSÍ vístu teir, at teir framvegis hava nógv eftir av tí, sum gjørdi teir til føroyameistarar fýra ár á rað.
Tað var nógvur vindur í Gøtu sunnudagin, og í løtum ávirkaði tað eisini spælið, men ikki so nógv, at tað fekk nakra ávirkan á sjálvt úrslitið, og stórsigurin hjá GÍ var alt annað enn tilvildarligur.
Sámal og hinir
Sámal Joensen var væl upplagdur, og hann fekk eisini trý av málunum hjá heimaliðnum og legði upp til eitt afturat.
GÍ og Sámal fingu hol á, tá eitt gott korter var farið av dystinum. NSÍ-liðskiparin Arnfinn Langgaard, sum vanliga er millum teir frægastu í luftspælinum, skuldi stúta eitt innlegg burtur, men legði í staðin bóltin fyri føturnar á Sámali. Við góðum plássi inni í brotsteiginum sveik landsliðsmaðurin ikki, men legði GÍ á odda.
Fyrsta korterið av dystinum hevði tað annars gingið rættiliga javnt á. Heimaliðið hevði eina lítla yvirvág, men dysturin um miðjuna var ikki avgjørdur, tá leiðslumálið kom. Eftir fyrsta málið trýsti NSÍ spælið eitt sindur longri niðan á vøllin, men tað spurdist ikki tað stóra burturúr. Tað bleiv mest til atsóknir langt útifrá, har av nakrar vóru í so bjartskygdar og kundu havt aðrar, betri loysnir.
Enn ein gáva
Tá tað vóru fáir minuttir eftir av fyrra hálvleiki, tók GÍ seg upp á 2-0, og enn eina ferð var tað ein gáva frá NSÍ, sum gøtumenn gjørdu sær dælt av.
Ein langur bóltur verður sendur fram á NSÍ-hálvuna, nakað úti í vinstru álopssíðu hjá GÍ. Kári Hansen tykist hava tamarhald á, men Sámal Joensen trýstir hann, og afturleggingin til málmannin verður alt ov spakulig. Sámal fær fatur á bóltinum og sendir inn til Henning, sum er komin við fram, og so er støðan 2-0.
Hvørki Sámal Joensen ella Henning Jarnskor eru álopsspælarar av natúr, men danski Søren Skov Jørgensen, sum upprunaliga kom til GÍ sum áleypari, hevur ikki fingið tað stóra burturúr og er nú fluttur aftur á miðjuna, meðan teir báðir fyrrnevndu manna álopið. At GÍ-venjarin Johan Nielsen hevur valt rætt, vísti GÍ sunnudagin, og álopið við Sámali og Henning stendur í løtuni einki aftanfyri nakað annað álop í Føroyum.
Hartil skal eisini sigast, at NSÍ-verjan hevði ein sera ringan dag sunnudagin, og bæði málini, sum GÍ fekk í fyrra hálvleiki, komu av persónligum mistøkum frá verjuspælarum.
Áðrenn málið til 2-0 var Svenn Olsen nær við at skora eftir hornaspark, men frálíki stútarin hjá honum rakti liðfelagan Henning og fór tí ikki í mál.
Sjokkbyrjan
Men GÍ brúkti kortini ikki langa tíð til at avgera dystin. Seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, áðrenn bólturin aftur lá í málinum hjá Milanovic.
Eitt hornaspark úr høgru fór um eitt GÍ-høvd á stongina, og bólturin stakk út til endurrisna Símun Petur Justinussen, sum lameteraði hann í tóma kassan til 3-0. Eisini her var verjuspælið hjá NSÍ ivasamt, tí aftasti maðurin hjá GÍ, sum altíð er vandamikil í deyðbóltsstøðunum, hevði sera gott pláss til at skora.
So sum dysturin hevði myndað seg, var nú eingin ivi um, at GÍ fór at fáa øll trý stigini og hevnd fyri ósigurin í Runavík í fyrsta umfari av kappingini. NSÍ kundi ikki reisa seg, og GÍ-ararnir vóru alt annað enn mettir.
Og 3-0 bleiv til 4-0, tá klokkan vísti 61 minuttir. Tað var aftur Sámal Joensen, sum hesaferð varð spældur púra leysur tætt inni undir málinum. GÍ hevði eisini onkra roynd, sum endaði á træverkinum.
NSÍ glepsaði eisini í løtum, og Sunnvard Joensen ? var ótryggur til tíðir og hevði eini tveir »Rufai?ar« ? mátti eisini takka træverkinum ta einu ferðina.
Týdningarleyst mál
Runavíkingar fingu eisini eitt mál, tá slakir tjúgu minuttir vóru eftir av dystinum. Petur Erhard metti, at Símun Petur ? er júst tann styrkurin, GÍ hevur havt brúk fyri ? feldi Jónstein Petersen inni í brotsteiginum, og hóast gøtumenn vildu vera við, at Símun Petur fekk bóltin, varð brotssparkið dømt. Tað setti Kári Hansen trygt í netið, men málið til 1-4 hevði bert kosmetiskan týdning. GÍ slepti ongantíð takinum, og seinastu tjúgu minuttirnar royndu teir at fáa fleiri mál, uttan at teir heilt stóru møguleikarnir spurdust burturúr.
Tann størsta útnyttaði Sámal, sum sostatt kundi seta krúnuna á verkið við at skora til 5-1. Tá vóru eini tíggju minuttir eftir, og nakað áðrenn tað hevði NSÍ mist málmannin, sum hevði bjargað uttan fyri brotsteigin, tá GÍ fór í mótálop.
Útispælarin Mortan Hansen noyddist at verja málið seinasta korterið. Seinasta málið kundi hann einki gera við, og annars hevði hann ikki tað stóra at gera. Okkurt útkast hevði skeiva adressu, men soleiðis vil tað vera.
Endurtøka av 1995?
GÍ gav eina ávaring um, at teir framvegis eru eitt lið, sum roknast kann við, og um ikki alt ov langa tíð skal oddaliðið HB til Gøtu. Um KÍ megnar at fylgja við inntil tá og GÍ heldur góðu gongdini, kann alt henda. GÍ hevur fingið gongd á, men nógv bendir á, at tað er ov seint. Men hinvegin hava gøtumenn fyrr prógvað, at teir kunnu taka ein góðan endaspurt, og nógvir dystir eru enn eftir at spæla. Í 1995 var langt upp til toppin hjá GÍ, tá 1. deild fór í summarfrí. Men við einum øgiligum endaspurti í seinnu helvt av kappingini megnaðu gøtumenn at taka oddaliðið, sum eisini tað árið æt HB, og enda fleiri stig framman fyri nummar tvey, tá kappingin var lokin.
NSÍ fekk ein dyggan undir vangan og misti harumframt týðandi stig og málmun. Óli Hansen var saknaður í álopinum, har Kristian Høgni Jacobsen og Gert Langgaard fingu lítið burturúr. Men tað var fyrst og fremst í verjuni, at NSÍ tapti dystin.