sum har varða av, um ein kann siga so. Tí kann koma fyri, at tey ikki altíð eru tøk ella hóska ikki til endamálið. Men nú hava vit eitt borgarahús, sum hevur so nógvar fjølbroyttar møguleikar, at tað til [...] fyrimunir fyri einari bygd sum Kaldbak. Saktans eru hølir í bygdini, sum fyrr hava verið brúkt til felagslív – so sum skúlin, kirkjan og Nazareth. Men tey eru øll í fyrsta lagi ætlað til sítt serliga brúk [...] Á skránni var bæði tónleikur og røður, tað skrivar Tórshavnar kommuna. Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu: - Við hesum bygningi fáa tit kaldbaksfólk eitt serstakt
Vit heita á Sunda Kommunu um at taka hetta mótmæli í størsta álvara. Tað siga bøndur, og íbúgvar annars, í Saksnum í einum mótmælisskrivi, tey til bygdaráðið. Bygdaráðið hevur annars samtykt at gera eitt [...] Ferðavinnuráðið, Visit Faroe Islands. Les meiri um tað her: Fara at gera 50 parkeringspláss í Saksun Men nú mótmæla bøndur, og fólk annars, í Saksun ætlanini. Ístaðin fyri at stuðla upp undir eina hópferðavinnu [...] mótmælisfólkini. Tey siga, at heldur enn at fáa fleiri ferðafólk til Saksun, vilja tey avmarka talið á ferðafólki Tey vilja hava bygdaráðið at taka málið í størsta álvara, tí uttan neyvt samstarv við bøndur
eigarar nú eru við til at skapa fiskaarbeiði aftur á havnalagnum. - Við hesum fær fiskivinnan enn eitt bein at standa á í kommununi. Meiri lív er komið aftur í havnarlagið á Eiði, og hetta fegnast vit um, [...] andróðursdøgum. - Ivaleyst mundi Flógvin ikki altíð vera so tespiligur at koma innaftur á, tá hann knappliga brann á við høgættarstormi. Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, heldur, at fólk í [...] m, og avgerandi er at geva vinnuni og fiskimonnum nøktandi umstøður og bein at standa á. Jógvan í Skorini vísir á, at tað var eitt skot fyri bógvin, tá fiskivirkið Norðís fyri tíð síðan snaraði um lykilin
makrelveiðini hjá eitt nú ísfiskaskipum, sum onga sildakvotu hava, er skipanin hon, at loyvda hámarkið í fimm fylgjandi hálum í mesta lagi kann vera 10% av veiðini. Tá reglurnar eru brotnar, hevur Fiski [...] landað verður, og eisini her er veiðan hjá hvørjum skipi sær atkomilig. - Vit halda tí ikki, at lógloysi í stóran mun fer fram á fiskifeltinum, har sild verður tveitt í havið aftur - ei heldur við landingum [...] men Fiskiveiðieftirlitið heldur ikki, at hetta hevur verið nakar stórur trupulleiki, tí eftirlitið á feltinum og við landingum er rímiliga gott. Skipanin er hon, at tá hjáveiðan er av sild hjá uppsjóvarskipum
Johannessen pengar til húsaleigu, ljós, hita og annað. – Nú kemur ikki so nógv meira inn á kontoina, tó at onkur nýggjur limur kemur av og á. Har eru farnar einar tríggjar húsaleigur av, og enn standa einar [...] summar, sigur Jan Christiansen. – Vit minnast, tá Finnur Johansen byrjaði at savna gamlar lutir saman, og hansara myndaframsýningar um gomlu Havnina í Smiðjuni í Lítluvík á hvørjari ólavsøku. Kommunan hevur [...] hevur hópin av gomlum lutum, myndum og skrivum, sum lýsa gomlu Havnina á goymslu. Tað burdi verið ein funnin frensur at fingið Birgar Johannessen at sett upp eitt veruligt kommunalt býarsavn. Kommuna eigur
verk ikki eru eins original í ár, kann Brandur ikki ákærast fyri kommersialismu, og hann skal hava rós fyri at tora eina øðrvísi fagurfrøðiliga tilgongd, ið dyrkar ein annan vakurleika enn tann, vit hava góðtikið [...] Installatiónin ?Sigl oyggj? hjá Tóroddi Poulsen er eitt av bestu og mest originalu listaverkunum á ársins Heystframsýning, sambært ummæli hjá Kinnu Poulsen. - Verkið er ein rørandi og persónlig tilsiping [...] perspektivið minnir um tað hjá Matras, tá hann í yrking síni í næstan barnsligum opinleika staðfestir: »Nú ert tú eitt skip«, skrivar Kinna Poulsen í drúgvum ummæli av Heystframsýningini í Sosialinum í Vik
fyri at seta serligan dám á, verður finalan í ár í Perluni, har dansibólkurin Biit fer at framføra í steðginum. Áhugað kunnu melda seg til á heimasíðuni talent@fabrikkin.fo ella á telefon 302119 innan 25 [...] mai. Sera virkna starvsfólkið á Margarinfabrikkini tók í fjør stig til eina telentkapping, sum tey nevndu Talent 2009. Kappingin var ætlað teimum ungu, sum dagliga vitjaðu á Margarinfabrikkini, og tað stóð [...] sínum robotdansi vann talentkappingina, sum hepnaðist so mikið væl, at tey nú aftur skipa fyri líknandi kapping. - Í ár hava vit tó valt at víðka um luttøkuna, so øll børn frá 3. til 7. flokk kring alt landið
rin skal lækkast á miðalinntøkunum og skatturin á vinnulívið skal hækkast. - Felagið heldur, at tað er margháttligt, at tað í fullum álvara verður skotið upp at leggja størri skatt á vinnulívið, samstundis [...] tir á løn, umframt ímillum hægstu kapitalvinningsskattir í heiminum. Harumframt eru eisini onnur avgjøld millum tey hægstu í heiminum, herundir lønhæddaravgjaldið. At leggja fleiri skattabyrðar á vinnulívið [...] greitt boð er uppá at loysa trupulleikarnar við einum sera høgum marginalskatti á arbeiði. - Tað verður ført fram, at vit hava ein av teimum lægstu partafelagsskattunum í vesturheiminum. - Tað er rætt at
in í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin Rok á søgusavninum. Umleið 1850 vitjandi vóru til tær 15 sýningarnar. Nú er avgjørt at hava tvær eykasýningar hóskvøldið [...] Fuglafirði. Rok á søgusavninum er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram á søgusavninum í Mentavík. Fugloyar Páll, ið grundlegði savnið, var ein sannur ævintýrari og savnaði á ferðum sínum alskyns [...] sum Páll fjaldi væl og virðiliga onkustaðni á savninum. Harumframt vísir tað seg, at víðagitna hálsketan hjá Kleopatru, sum Fugloyar Páll fann við áarbakkarnar á Nilánni, hevur heilt serliga gandamegi: Hon
Tað vardi meg ikki, at eg nakrantíð skuldi fara á skótalegu, men nú á ellisárum hendi tað. Eg fór til Selatraðar við ommubørnunum á familjulegu hjá skótunum. Eg var púra imponerað av, hvussu væl hetta [...] Ommubørnini gingu á skattajakt, skutu við boga og píli, flugu við drekum, koyrdu í kassabili, smíðjaðu í gløðandi jarni, lærdu at gera mat á báli.Ommudótturin helt, at breyðið bakað á bálinum, var tað besta [...] Annars var tað deiligt at síggja øll hesi praktfullu børn og ungu stuttleika sær saman allan dagin, til vit savnaðust til hugnaløtu við legubálið um kvøldarnar. Nakað serligt fyri meg var sunnudagin at uppliva