Tað er margháttligt, at tað í Føroyum í fullum álvara verður skotið upp at leggja størri skatt á vinnulívið.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Uttan ivað verður sipað til landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum leygardagin, har fráboðanin var, at skattaskipanin skal umleggjast so at vanligi lønarskatturin skal lækkast á miðalinntøkunum og skatturin á vinnulívið skal hækkast.
- Felagið heldur, at tað er margháttligt, at tað í fullum álvara verður skotið upp at leggja størri skatt á vinnulívið, samstundis sum einki greitt boð er uppá at loysa trupulleikarnar við einum sera høgum marginalskatti á arbeiði.
- Tað verður ført fram, at vit hava ein av teimum lægstu partafelagsskattunum í vesturheiminum.
- Tað er rætt at partafelagsskatturin liggur í lægra endanum, men samstundis er kapitalvinningsskatturin millum teir allarhægstu í øllum heiminum.
- Hetta merkir, at gjalda virkiseigarar sær sjálvum vinningsbýti frá virkseminum hjá fyritøkuni, verður hetta útgjald skattað munandi hægri enn í flest øllum øðrum londum. Tí ber ikki til at meta um partafelagsskattin uttan samstundis at meta um kapitalvinningskattin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at veruleikin er, at Føroyar hava hægsta MVG í heiminum og ímillum hægstu marginalskattir á løn, umframt ímillum hægstu kapitalvinningsskattir í heiminum.
Harumframt eru eisini onnur avgjøld millum tey hægstu í heiminum, herundir lønhæddaravgjaldið.
At leggja fleiri skattabyrðar á vinnulívið í slíkari støðu fer at gera tað sera torført at kappast, nú marknaðarstøðan komandi árini eftir øllum at døma verður sera avbjóðandi, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Myndin er av landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum, har tað varð fráboðað, at flokkurin arbeiðir við eini ætlan um at umleggja skattaskipanina.









