Seinastu dagarnar hevur ymiskt verið frammi um, at skip, sum fiska makrel, hava blakað nógva sild í havið aftur, men Fiskiveiðieftirlitið heldur ikki, at hetta hevur verið nakar stórur trupulleiki, tí eftirlitið á feltinum og við landingum er rímiliga gott.
Skipanin er hon, at tá hjáveiðan er av sild hjá uppsjóvarskipum, sum hava sildakvotu, verður sildin drigin burtur av teirri sildakvotu, sum skipini longu hava. Tá sild er uppi í makrelveiðini hjá eitt nú ísfiskaskipum, sum onga sildakvotu hava, er skipanin hon, at loyvda hámarkið í fimm fylgjandi hálum í mesta lagi kann vera 10% av veiðini.
Tá reglurnar eru brotnar, hevur Fiskiveiðieftirlitið lagt skip. Soleiðis vórðu fýra ísfiskatrolarar lagdir tíðliga í makrelvertíðini, síðan misti eitt skip fiskiloyvi aftrat, og seinasta fríggjadag og leygardag mistu fýra ísfiskaskip aftrat veiðiloyvi í áviksvist tvær og fýra vikur.
Við sekt er skipanin hon, at sektin verður roknað eftir, hvussu stórt hjáveiðiprosentið hjá skipunum er.
At einki eftirlit er á økinum, er ikki rætt, og hetta vísir Fiskiveiðieftirlitið eisini frá sær.
- Tað er soleiðis, at tá ísfiskaskip landa til móttøkuskip, skal fiskurin hjá hvørjum skipi sær goymast í tanga fyri seg, og umborð á móttøkuskipum er eisini eftirlitsfólk hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Lagt verður aftrat, at Fiskiveiðieftirlitið eisini kannar vektarseðlar, tá landað verður, og eisini her er veiðan hjá hvørjum skipi sær atkomilig.
- Vit halda tí ikki, at lógloysi í stóran mun fer fram á fiskifeltinum, har sild verður tveitt í havið aftur - ei heldur við landingum av hjáveiði, sigur Fiskiveiðieftirlitið við Portalin í morgun.