Talent aftur á Margarinfabrikkini

Tiltakið »Talent 2009« hepnaðist so væl, at Margarinfabrikkin tekur táttin upp aftur í ár. Talent 2010 verður komandi vikuskifti, 26., 27. og 28 mai. Sera virkna starvsfólkið á Margarinfabrikkini tók í fjør stig til eina telentkapping, sum tey nevndu Talent 2009.

Kappingin var ætlað teimum ungu, sum dagliga vitjaðu á Margarinfabrikkini, og tað stóð teimum ungu frítt at luttaka við øllum tí, tey hildu seg verða góð til.

Í fjør var tað Hjalte, sum við sínum robotdansi vann talentkappingina, sum hepnaðist so mikið væl, at tey nú aftur skipa fyri líknandi kapping.

- Í ár hava vit tó valt at víðka um luttøkuna, so øll børn frá 3. til 7. flokk kring alt landið kunnu melda seg til kappingina. So dugir tú at jongulera við einum bólti ella at standa á høvdinum, meðan tú syngur, øll talent eru vælkomin, segði ein av fyriskiparunum, Gunn Joensen, við Rás2.

Men tey ætla ikki bert at gera meira burtur úr sjálvum tiltakinum, eisini vinningarnir verða størri og meiri spennandi.

- Mest spennandi vinningurin verður ein framførsla á Barnafestivalinum 3. juli, har Jesper frá X-FACTOR verður høvuðsnavnið. Men vinnarin fær eisini eitt gávukort á 1.000 krónur umframt eitt árshald av blaðnum Strok, sigur Gunn Joensen.

Og fyri at seta serligan dám á, verður finalan í ár í Perluni, har dansibólkurin Biit fer at framføra í steðginum.

Áhugað kunnu melda seg til á heimasíðuni talent@fabrikkin.fo ella á telefon 302119 innan 25. mai.

Meira er at lesa um kappingina á www.fabrikkin.fo