Installatiónin ?Sigl oyggj? hjá Tóroddi Poulsen er eitt av bestu og mest originalu listaverkunum á ársins Heystframsýning, sambært ummæli hjá Kinnu Poulsen. - Verkið er ein rørandi og persónlig tilsiping til vøkru yrkingina hjá Christiani Matras »Viðoy«, har perspektivið minnir um tað hjá Matras, tá hann í yrking síni í næstan barnsligum opinleika staðfestir: »Nú ert tú eitt skip«, skrivar Kinna Poulsen í drúgvum ummæli av Heystframsýningini í Sosialinum í Vikuskiftinum
Skamt frá Tóroddi Poulsen hevur enn ein av gestaframsýnararnum, Brandur Patursson, eisini fingið fornemma staðseting mitt í rúminum.
- Hóast hansara verk ikki eru eins original í ár, kann Brandur ikki ákærast fyri kommersialismu, og hann skal hava rós fyri at tora eina øðrvísi fagurfrøðiliga tilgongd, ið dyrkar ein annan vakurleika enn tann, vit hava góðtikið sum tann rætta, sigur Kinna, sum heldur tað vera ómetaliga positivt at uppliva støðufasta gestablídni, sum Heystframsýningarbólkurin sýnir mótvegis sínum gestum.
Eisini Tummas Jákup Thomsen verður tikin fram sum ein ógvuliga merkisverdur listamaður, sum til tíðir letur úr hondum verk so primitiv og løgin, at tey meira enn bera við hugtakið »outsider art«.
- Eitt eyðkenni hjá Tummas Jákupi er, at hann brúkar blýant á lørift saman við máling t.d. í løgnu, psykadelisku myndini »Masturin«, sum í hugburði bæði er merkt av surrealismu og nýromantikki.
Við sínum 127 verkum er framsýningin heldur yvirfylt, og minni homogen enn hini árini men samstundis sera áhugaverd, heldur Kinna Poulsen.
Heystframsýningin er opin dagliga frá klokkan 15 til 18 inntil 13. oktober.
Sí eisini myndatema her á Portalinum