Eykasýningar av "Rok á søgusavninum"

Miðjan mars og eina viku fram sýndi Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og

skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin “Rok á søgusavninum”. Umleið 1850 vitjandi vóru til tær 15

sýningarnar.

 

Nú er avgjørt at hava tvær eykasýningar – hóskvøldið 4. og fríggjakvøldið 5.april, bæði kvøldini kl

19:30. Leikurin verður sýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

”Rok á søgusavninum” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram á søgusavninum í

Mentavík. Fugloyar Páll, ið grundlegði savnið, var ein sannur ævintýrari og savnaði á ferðum sínum

alskyns lutir. Alt frá gimsteinum til klædnapløgg til standmyndir og mangt, mangt annað. Eisini ein

heilt, heilt serliga dýrabaran skatt, sum Páll fjaldi væl og virðiliga onkustaðni á savninum.

 

Harumframt vísir tað seg, at víðagitna hálsketan hjá Kleopatru, sum Fugloyar Páll fann við

áarbakkarnar á Nilánni, hevur heilt serliga gandamegi: Hon kann vekja deyð til lívs! Og tað er júst tað,

sum hendir. Standmyndirnar verða livandi, og so byrjar ein spennandi og stuttlig skattajakt. Vit hitta

Cesar Augustus og Ceciliu, Kleopatru, Sigmund Brestisson, Trónd í Gøtu, Turid megineinkjuna, Eyður

fyndarríku, Kaptein Svartskegg og hansara sjórænaraharkalið og mong onnur. Alt verður ein sannur

ruðuleiki tá øll - hvør í sínum lagi - royna at finna tann heilt serliga og dýrabara skattin.

 

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er

upprunaliga enskur, men er leystliga týddur og lagaður til føroysk viðurskifti. Bárður hevur gjørt orð

og løg til sangirnar og lagt tónleikin til rættis, og Marjun hevur tikið sær av sjónleikinum.