við var rækjutrolarin Arctic Viking. Síðan Kaj bleiv pensioneraður, hevur hann havt betri tíð til síni frítíðaráhugamál, hann hevur seyð, hønur, dunnur. Dania hjálpir vanliga til í familjufyritøkuni, [...] Petersen í Kollafirði, upp hjá teimum. Hon kom til teirra sum seks ára gomul, tá mamman doyði. Kaj hevur m.a. siglt við trolarunum, Jóannes Patursson, Leivur Øssursson og rækjutrolarunum Hvítanesi og Logos
hevði givið flokkinum 61 tinglimir ella fimm fleiri enn eftir einari kanning í oktober. Samstundis hevur Vinstri hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, støðuga afturgongd. Eftir nýggju kanningini hevði [...] kemst av, at fólk hava ikki álit á, at stjórnin kann loysa arbeiðsloysistrupulleikan. Harafturat hevur stjórnin trupulleikar við trúvirðinum á fleiri økjum, sigur hann. Gongdin í Noregi er tann sama sum [...] Danmark. Har fær Arbeiðaraflokkurin sambært einari nýggjari kanning 29,3 prosent, og so stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani stórtingsvalið í 1997. Kanningin vísir, ar Arbeiðaraflokkurin hevði fingið
Teitur Lassen hevur havt úr at gera, síðani fyrsta fløgan hjá honum kom út á Universal í summar. Longu í mai mánaði byrjaði arbeiðið at føra Teit fram í USA, og síðani hevur hann eisini spælt nógv í N [...] jólafrí, segði hann. Ferðast Nógvar av konsertunum hava verið sum upphiting fyri onnur nøvn, og hann hevur eitt nú spælt nógv saman við John Mayer, sum er eitt sera kent navn í USA. Teitur spælir allar sínar
og Føroya Skúlabókagrunn. Katarina Nolsøe hevur týtt úr íslendskum eftir "Á leið í leikskóla" eftir Jón Ármann Steinsson og Jón Hámund Marinósson. Prentað hevur Hestprent. »Á veg í barnagarð« verður í hesum [...] av virkseminum í Ferðsluringi Barnanna, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd setti á stovn í 1984. Síðani hevur staðið øllum børnum í boði at fáa tilfar um ferðslu og ferðslutrygd. »Á veg í barnagarð« er liður
børnini kappast á vegnum Yviri við Strond tá kappast hevur verið í einkultstarti, men av tí at ferðslan í Havnini er nógv økt seinastu árini hevur TSF valt, at flyta kappingina niðan á Oyggjarvegin, har [...] við 14 ár hava møguleika at kappast um føroyska meistaraheitið. Tað er ongin treyt at luttakarin hevur eina kappsúkklu. Øll eru vælkomin at luttaka, og allar súkklur kunnu brúkast, men treytin er, at
A8 er toppmodellið hjá Audi. Bilurin hevur so avgjørt útsjóndina við sær. Hann skal kappast við teir stóru Mercedes og BMW bilarnar. Talan er um ein rættan týskan sportligan luksusbil, tá hann er best [...] hvussu fjaðraskipanin er stillað, senkar bilurin seg automatiskt, tá ferðin er yvir 130 km/t. Bilurin hevur ein framkomnan seks-trins automatiskan tiptronic girkassa við møguleika fyri at skifta við girstongini [...] Quattro. Seinni kemur A8 við V6, V8 TDI og W12 motorum. Við allari tí framkomnu útgerð sum bilurin hevur sum standard og sum eykaútgerð, er her talan um ein bil við framúr góðum og komfortablum koyrieginleikum
klokkan er ellivu á kvøldi, at tað eydnast okkum at fáa nakrar minuttir frá Maluni Johansen, sum hevur samskipa oljuráðstevnuna, Offshore Faroes 2001. Hon greiðir frá, at 260 fólk vera savnaði í Norðu [...] við at finna røðarar, sigur Malan Johansen. Malan Johansen er oljusamskipari hjá Vinnuhúsinum. Hon hevur tikið sær av teimum praktisku viðurskiftunum viðvíkjandi oljuráðstevnuni hesaferð. -Vit hava valt [...] at vera minst líka produktivur sum hin parturin. Tað er Føroya arbeiðsgevarafelag, Vinnuhúsið, sum hevur skipað fyri ráðstevnuni saman við Oljuvinnufelagnum, sum varð stovnað í apríl mánaði í ár. Oljuráðstevna
Gundur Mikkelsen fram tað, ið rópt verður brúkslist. Gundur hevur síðan hann var heilt ungur havt stóran áhuga fyri list og sniði. Hann hevur eisini verið á nógvum ymiskum skeiðum í hesum yrki. Í løtuni [...] heimi. Framsýningin hjá Gunduri er opin til leygardagin kl. 14.00. Umframt framsýningina hjá Gunduri hevur Norðbil bilaframsýning á Torginum í SMS. Bilaframsýningin er eisini opin til leygardagin kl. 14.00#
millum KÍF og Kyndil, og hesin dysturin verður spældur leygardagin. Kyndil hevur vunnið ein av sínum fýra dystum í ár, meðan KÍF hevur tapt allar sínar tríggjar dystir. [...] VÍF og botnurin Føroyameistararnir úr Vestmanna fáa sunnudagin vitjan av botnliðnum Tjaldri. VÍF hevur skúgva alla mótstøðu til viks higartil í kappingini, og tað verður eisini roknað við, at teir vinna
gjørdist tó ikki heilt skakað av tíðindunum. Hon leggur serliga dent á, at tað sum fyrst og fremst hevur týdning er, at fólktatingsumboðini hjá føroyingum ikki skulu leggja seg so nógv út í donsk viðurskifti [...] Tískil vil hon ikki siga nakað um flokkurin ynskir eina aðra ella somu stjórn. Sjálvsstýrisflokkurin hevur landsfund um vikuskiftið, og hann sigur, at fólkatingsvalið verður ein partur av dagsskránni á fundinum [...] fer at finna útav, hvør skal stilla upp fyri flokkin í næstum. Tað er ikki nógv tíð, sum flokkurin hevur fingið at fyrireika seg, men ivast ikki í, at flokkurin fer at klára tað.