Dania og Kaj í Bartalsstovu gullbrúdleyp

Týsdagin 16. desember hava hjúnini Dania og Kaj í Bartalsstovu í Syðrugøtu verið gift í 50 ár.

Dania er ættað úr Porkeri, f. 2. august 1931, dóttir Kristionnu og Hans Sørensen. Mamman doyði av havhestasjúkuni tá Dania var seks ára gomul, so hon vaks upp hjá Jastrid og Thormann Sørensen í Hvalba. Thormann var pápabeiggi hennara.

Hon kom til Havnar sum 15 ára gomul, har hon m.a. arbeiddi sum støðgenta í Taxa og hevði húspláss.

Kaj er úr Syðrugøtu, f. 26. september 1924, sonur Lenu og Hans í Bartalsstovu.

Dania og Kaj møttust í Havn, meðan Kaj gekk á stýrimansskúla. Tey giftust 16. desember 1953 og búsettust í Syðrugøtu og fingu fýra børn, tey eru: Kristianna, Hans Leo, Torry og Jógvan Páll, sum øll búgva í Syðrugøtu. Eisini vaks Hjørdis, systirdóttir Daniu, dóttir Elisabeth og Janus Petersen í Kollafirði, upp hjá teimum. Hon kom til teirra sum seks ára gomul, tá mamman doyði.

Kaj hevur m.a. siglt við trolarunum, Jóannes Patursson, Leivur Øssursson og rækjutrolarunum Hvítanesi og Logos. Hann var ein av eigarunum av Logos. Seinasta skipið hann sigldi við var rækjutrolarin Arctic Viking.

Síðan Kaj bleiv pensioneraður, hevur hann havt betri tíð til síni frítíðaráhugamál, hann hevur seyð, hønur, dunnur.

Dania hjálpir vanliga til í familjufyritøkuni, klædnahandlinum, Rokoko, í Norðagøtu.

Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík sunnudagin 14. desember.