Føroysk brúkslist í SMS

Tíðindaskriv

Hósdagin letur forkunnug framsýning á Torginum í SMS. Tá sýnir 26 ára gamli Gundur Mikkelsen fram tað, ið rópt verður brúkslist. Gundur hevur síðan hann var heilt ungur havt stóran áhuga fyri list og sniði. Hann hevur eisini verið á nógvum ymiskum skeiðum í hesum yrki. Í løtuni lesur hann byggifrøði í Rom.
Samstundis undirvísir hann á Listaskúlanum í Havn.
Heitið á framsýningini hjá honum í SMS er Italskt snið. Tað, sum eyðkennir framsýningina er skapanarevni og sniðið á lutunum, sum eru einfaldir, tíðarleysir, snøggir og lagaligir at nýta. Lutirnir eru framleiddir úr mahogni og stáli. Nevnast kunnu fløguhaldarar og vínhillar.
Hendan list er ógvuliga væl umtókt í Danmørk, men enn ókend at kalla her heima. Gundur sigur, at danir eru ógviliga frammalaga, tá ið tað um brúkslist ræður, t.d. í sambandi við møblar sum list. Serliga amerikumenn vísa donsku brúks-listini stóran ans.
Samanumtikið heldur Gundur, at ilt er at siga, hvussu framsýningin hjá honum verður móttikin. Men hann vónar, at áhugi verður, og at fyritøka hansara, Follend, sum frá líður verður kend fyri brúkslist úti í heimi.
Framsýningin hjá Gunduri er opin til leygardagin kl. 14.00.
Umframt framsýningina hjá Gunduri hevur Norðbil bilaframsýning á Torginum í SMS. Bilaframsýningin er eisini opin til leygardagin kl. 14.00#