A8 er toppmodellið hjá Audi. Bilurin hevur so avgjørt útsjóndina við sær. Hann skal kappast við teir stóru Mercedes og BMW bilarnar. Talan er um ein rættan týskan sportligan luksusbil, tá hann er best. Audi A8 er sera væl útgjørdur við t.d. leðurinn-trekk, fartpiloti, memory stilling og el-hita í báðum setrunum framman, memory stilling í rattinum. DVD-navigatiónssystemið er lætt at brúka og verður goymt burtur, tá tað ikki er í brúk. Fjaðraskipanin kann stillast til komfort, automatic ella dynamic (sport). Alt eftir hvussu fjaðraskipanin er stillað, senkar bilurin seg automatiskt, tá ferðin er yvir 130 km/t. Bilurin hevur ein framkomnan seks-trins automatiskan tiptronic girkassa við møguleika fyri at skifta við girstongini ella í rattinum. A8 fæst við tveimum V8 motorum við ávikavist 280 og 335 hk. báðir við 4x4 Quattro. Seinni kemur A8 við V6, V8 TDI og W12 motorum. Við allari tí framkomnu útgerð sum bilurin hevur sum standard og sum eykaútgerð, er her talan um ein bil við framúr góðum og komfortablum koyrieginleikum. Í Danmark, har bilurin kostar meira enn hálvaaðru millión, rokna teir við at selja umleið 15 bilar árliga. Størst marknaðurin fyri A8 er Týskland og USA.