Helena Dam á Neystabø:Klára tað nokk


Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum leggur dent á, at komandi fólkatingsumboðini skulu leggja seg eftir at betra um samráðingarstøðuna við danir, heldur enn at leggja seg út í donsk viðurskifti

 

Val

 

Tá Sosialurin ringdi til Helenu Dam á Neysabø, hevði hon ikki frætt, at fólkatingsval skudli vera 20. november. Hetta kom eitt sindur óvart á hana, men gjørdist tó ikki heilt skakað av tíðindunum.

 

Hon leggur serliga dent á, at tað sum fyrst og fremst hevur týdning er, at fólktatingsumboðini hjá føroyingum ikki skulu leggja seg so nógv út í donsk viðurskifti. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at danir ikki gerast ørkymlaðir inn á føroyingar, og harvið vesnar hetta um samráðingarstøðuna hjá føroyingum á sjálvsstýrisleið. Hon leggur dent á, at møgulig umboð sjálvsstýrisfloksins á dana tingi ikki fara at leggja seg út í serdonsk viðurskifti.

 

Hon væntar ikki, at stjórnarbroytingar fara at broyta um støðuna hjá føroyingum mótvegis dønum, tá tað tykist sum um, at allir danskir flokkar draga somu linju mótvegis føroyingum. Tískil vil hon ikki siga nakað um flokkurin ynskir eina aðra ella somu stjórn.

 

Sjálvsstýrisflokkurin hevur landsfund um vikuskiftið, og hann sigur, at fólkatingsvalið verður ein partur av dagsskránni á fundinum.

 

Sjálvsstýrisflokkurin fer at finna útav, hvør skal stilla upp fyri flokkin í næstum. Tað er ikki nógv tíð, sum flokkurin hevur fingið at fyrireika seg, men ivast ikki í, at flokkurin fer at klára tað.