Sosialdemokratarnir í Danmark við Mogens Lykketoft á odda hava rættiliga fingið vind í seglini, og eitt val nú hevði uttan iva sett Mogens Lykketoft í forsætisráðharrastólin.
Sambært einari veljarakanning í BT í gjár høvdu Sosialdemokratarnir fingið 33,7 prosent, var val til Fólkatingið nú. Tað hevði givið flokkinum 61 tinglimir ella fimm fleiri enn eftir einari kanning í oktober.
Samstundis hevur Vinstri hjá Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra, støðuga afturgongd. Eftir nýggju kanningini hevði flokkurin fingið 47 tinglimir. Sostatt høvdu Sosialdemokratarnir fingið 14 tinglimir fleiri enn Vinstri, var fólkatingsval nú. Harafturat vísir kanningin hjá BT, at Mogens Lykketoft hevði kunnað skipa stjórn saman við Radikala flokkinum, Sosialistiska Fólkaflokkinum og Eindarlistanum. Teir fýra flokkarnir høvdu fingið 95 tinglimir, meðan verandi stjórnarflokkar og Danski Fólkaflokkurin bert høvdu fingið 80.
Mogens Lykketoft sigur við BT, at gongdin ivaleyst kemst av, at fólk hava ikki álit á, at stjórnin kann loysa arbeiðsloysistrupulleikan. Harafturat hevur stjórnin trupulleikar við trúvirðinum á fleiri økjum, sigur hann.
Gongdin í Noregi er tann sama sum í Danmark. Har fær Arbeiðaraflokkurin sambært einari nýggjari kanning 29,3 prosent, og so stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt síðani stórtingsvalið í 1997. Kanningin vísir, ar Arbeiðaraflokkurin hevði fingið væl fleiri atkvøður enn allir stjórnarflokkarnir tilsamans, var val til Stórtingið nú.