Súkkling
Komandi leygardag kl. 16.00 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í einkultstarti fyri børn. Kappingin er samstundis eitt punktum fyri kappingarárið 2003.
Hini árini hava børnini kappast á vegnum Yviri við Strond tá kappast hevur verið í einkultstarti, men av tí at ferðslan í Havnini er nógv økt seinastu árini hevur TSF valt, at flyta kappingina niðan á Oyggjarvegin, har væl minni ferðsla er.
Kappingin er sum sagt fyri børn, og aftur hesaferð hava gentur eisini møguleika at gerast meistari. Kappingin er fyri bólkarnar I, II og III, tvs. Børn frá 6 til og við 14 ár hava møguleika at kappast um føroyska meistaraheitið.
Tað er ongin treyt at luttakarin hevur eina kappsúkklu. Øll eru vælkomin at luttaka, og allar súkklur kunnu brúkast, men treytin er, at luttakarin nýtur hjálm.
Kappingin fer fram uppi á Oyggjarvegnum, og startur og mál er við Kleynisvarða. Luttakararnir skulu møta uppi á Kleynisvarða kl. 15.30.
Steyp og heiðursmerki verður til tríggjar teir fremstu súkklararnar í hvørjum bólki, og aftur hesaferð er tað Statoil Føroyar og Føroya Bjór, ið stuðla við steypi o.ø.
Heiðursmerkjahandanin verður í ÍSF-Húsinum eftir allar kappingarnar eru liðnar.
Tað ber enn til at tilmelda seg. Hetta verður gjørt við at ringja til ein av fyrireikarunum: