ætlar sær í gongd ”skjótast tilber.” Higartil hava CIP og LÍV sett fimm milliónir krónur í partapeningi í P/F Eysturoyartunnilin. Men ætlanin er at hækka partapeningin so líðandi. Eisini liggur í kortunum [...] tikin í nýtslu. Sum Sosialurin skilir, so er tað rættuliga avgerandi fyri privata felagið, at tað sleppur at arbeiða í frið fyri almenna áhuganum. At tunnilin ikki verður eitt alment kjakevni í longri [...] eisini uppi og vendi á fundinum millum Rættarnevndina, CIP og LÍV. Í tí sambandi varð víst til Vága- og Norðoyatunnilin, har prísurin í byrjanini varð lagdur rímuliga høgur, fyri síðani at kunna lækkast
Vakra og snotuliga Røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna varð tikið í nýtslu beint fyri jól í 2012, og búfólk og starvsfólk eru fallin sera væl til. Heimið er væl útgjørt, arbeiðsumstøðurnar góðar, og [...] Jacobsen, heilsurøktar, væntar eisini, at eldrarøktin í Vestmanna og Norðstreymoyarøkinum fer at verða í góðum hondum eftir yvirtøkuna, men hon ivast stórlig í, um øll økini eru eins væl fyri. – Pengarnir eru [...] á heiminum á Grønanesi, og har er fult í løtuni. Men nakað av eyka trýsti er á eldrabústovnarnar í Norðstreymoyarøkinum, meðan ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági verður umvælt og dagført. Tá tað
Arbeiðsloysisskipanin hevur nú kravt pengar aftur frá yvir 200 fólkum, tí tey hava fingið meiri goldið í arbeiðsloysisstuðuli enn tey hava rætt til. Nú arbeiðsloysið er nógv minkað, hevur ALS fingið betri [...] betri umstøður til at herða eftirlitið við um arbeiðsleys, sum eru í ALS, fáa tað røttu upphøddina í arbeiðsloysisstuðuli. Og tað hevur eitt stór tal av fólki nú kent sviðan av. Elsebeth Mercedis Gunnl [...] løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur reist spurningin á tingi um fíggjarviðurskiftini í ALS. Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, vísir á, at fólk, ið hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, hava
fyri, at ruskið frá teimum fleiri túsund gestunum kann enda í sjónum. Fyriskiparirnir hava verið varugur við trupulleikan í eina tíð, og hava í nøkur ár arbeitt við at forða fyri, at umhvørvið skal líða [...] festivalframtíð. – Hóast vit ikki fáa loyst allan trupulleikan í fyrsta umfari, so er hetta tað fyrsta og avgerandi fetið, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! Festival. Høvuðspallurin á G! Festival liggur út til [...] eini pantskipan. Eitt stórt átak verður sett í verk fyri minka um nýtsluna av gløsum. Gløsini, sum gestirnir fáa útvegað, tá tey keypa øl og annað drekkandi í básunum hjá Gist og Vist, kunnu tey endurnýta
kleyvarskapur, tí fólk fara út at koyra í vána líkindum, hóast bilurin ikki er skøddur, og tað tí í roynd og veru ikki ber til at koyra eftir umstøðunum. Kjakið um píkar í mun til vetrardekk ella lamelldekk [...] hvøkkur hjá summum, sum lundi á jólanátt. Hetta hoyrdu vit løgregluna greiða frá í morgun, tá politirapportin var á breddanum í útvarpinum. Fólk minnast ikki til at skøða sær bilin, og tí er sama skilið á [...] trygdin, sum skal í hásæti, tá vit tosa um ferðslu. Nógv átøk eru gjørt, men tað skerst ikki burt, at tað er hin einstaki bilførarin, sum hevur størstu ábrygdina fyri, at vit kunnu ferðast trygt í bilferðsluni
málini, sum ymisk landsstýrisfólk profilera seg við í fjølmiðlunum, og so tann fíggjarpolitikk, sum stungin er í kortið. Vit fáa at vita, at nógvir pengar eru settir av til at marknaðarføra Føroyar sum f [...] vist. Tjóðveldi, ynskir ikki at eiga allar minsta lut í tí vinnupolitikki, sum førdur verður av sitandi samgongu. Sum undirritaða eisini bar fram í sambandi við 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri [...] annars. Samstundis verður mismunur gjørdur á fíggjar- og tryggingarvinnuni í mun til aðrar vinnur. Føroyska vinnan hevur í løtuni als ikki eins karmar og treytir at virka undir. Tað tykir sum høgra hond
eitt ótal av húsum í Havn, ið eru til sølu, og fólk stinga halan millum beinini út á bygd at fáa sær bíligari hús fyri at kunna klára seg sjálvi. Hevur Gerhard gloymt, hvat í formaðurin í Tórshavnar kommunu [...] hann kom á Ting fyri Gerhard, sum fór í sjúkrafarloyvi? Vænta tit, at Tórshavnar kommuna fer at standa klár, tá ið ein rætt í Skúgvi er brotin, ella ein stikkrenna í Dali er typt? Hann spyr, hví Fuglafjarðar [...] at lá Sandoyggin mitt í Eysturoynni, so varð væl onki ivamál. Eldraøkið eiga tit, sum sita í kommunustýrunum, at orðna, saman við Landstýrinum, áðrenn samanlegging! Hvat fyri pengar ið fylgja við kommununum
land, og fólk tosa. Hon sat so inni í kamarinum hjá sølumanninum í fýra dagar, meðan sølan av hassjinum fór fram. Eftir hetta – tann 23. mars – pakkaði seljarin pengar í plastfolie, sum kvinnan so hevði niður [...] narkoløgreglan. Hesaferð hevði hon væl meira av hassji inni í sær, og tí var avtalan eisini, at hon skuldi fáa 15.000 krónur heldur enn 10.000 í ómaksløn. Í staðin fekk hon fýra mánaðar fongsulsrevsing. [...] ljóst út, tá hon 19. mars í fjør kom til Føroya við hassji. Hon hevði rúsevnini stungin upp í seg, tveir klumpar aftan og ein framman. Alt gekk sum eftir ánni. Hon gekk uttan trupulleikar gjøgnum tollin,
broyta í málspurningum. Fakkunnleikin kann best rokna út avleiðingarnar av broytingunum. Og hetta er eisini tað, sum fakkunnleikin sjálvur vil sleppa at gera.? ?Í november í fjør skrivaði Jógvan í Lon Jacobsen [...] ?Í veruleikanum kundu lesarabrøv verið skrivað um málsligar spurningar í allar ævir, tí mál er mangan ein spurningur um stíl. Onkrum dámar betur ein altjóðagjørdan stíl, kanska tí Mexico virkar meira fínt [...] veruligar málfrøðingar, og tí fekk Sjúrður Skaale sítt uppskot um stavraðið aftur í fangið ósamtykt. Løgtingið gjørdi í staðin av at seta niður eitt málráð at taka sær av bókstavum, máliskum og øðrum meira
hann kundi fáa eitt líkinda plaggi at fermast í. - Eg vaks upp undir smáum korum í Skopun í hálvtrýssunum, og fór sum 13 ára gamal til skips at tjena pengar til konfirmatiónsklædningin, so eg havi sjálvur [...] kann bara staðfesta, at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum, sum hava til frægd at tosa um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til hvussu hesi í veruleikanum hava tað, segði Gerhard [...] akademikarunum, sum í dag manna toppin í Javnaðarflokkinum. Tey tosa sum um, at tey arbeiða fyri verkamannin og kvinnuna, men hvussu kunnu tey tað, tá tey meginpartin av lívinum hava gingið í skúla, spyr Gerhard