Málsligar stíllegur og annað trætigóðs

?Sjúrður Skaale endurtekur í aftursvari til tíðargrein hjá mær, at bókstavirnir x, q, z, w og c verða mangan brúktir í føroyskum fólkanøvnum og av og á í landanøvnum. Tað vita øll. Men hvussu fara vit at stava sitrón, meksikanari og sjokuláta, tá stavirnir eru vorðnir fullgildugir føroyskir stavir? Tann spurningurin er framvegis ósvaraður?

?Í veruleikanum kundu lesarabrøv verið skrivað um málsligar spurningar í allar ævir, tí mál er mangan ein spurningur um stíl. Onkrum dámar betur ein altjóðagjørdan stíl, kanska tí Mexico virkar meira fínt og myndugleikakent enn Meksiko, ella tí viðkomandi hevur lært úr donskum og enskum lærubókum í skúlanum.? ?Stíllegur eru so ymiskar, sum fólk eru, og ómøguligt er at semjast um stíl, tí stílur sprettur úr persóninum sjálvum og tí, sum hann ella hon hevur havt fyri sínum eygum alla sína livitíð.? ?Sjúrður Skaale má og skal skriva Mexico og ikki Meksiko, sigur hann, men skal hann so skriva mexicanari og mexicanska markið? Hví vil hann ikki skriva meksikanari og meksikanska markið eftir vanligum føroyskum stavsetingarhátti? Vil hann broyta føroyska stavseting?? ?Hetta er bara tað, eg havi spurt hann nakrar ferðir. Stílurin hjá Sjúrði hevur nú elvt til mikið orðaskifti um stavrað og stavseting, og tað hevur hann, tí Sjúrður sum løgtingsmaður legði uppskot fram um at broyta stavraðið. Hann ætlaði at hevja landsins politikarar upp til at vera málfrøðingar! ? ?Men tíbetur er løgtingið so mikið at sær komið, at tað veit, at Føroyar eiga veruligar málfrøðingar, og tí fekk Sjúrður Skaale sítt uppskot um stavraðið aftur í fangið ósamtykt. Løgtingið gjørdi í staðin av at seta niður eitt málráð at taka sær av bókstavum, máliskum og øðrum meira yvirskipaðum málspurningum.? ?Og hetta var gott, tí har hoyra tílíkir spurningar heima. Fakkunnleikin skal gera av, hvat ráðiligt er at gera og broyta í málspurningum. Fakkunnleikin kann best rokna út avleiðingarnar av broytingunum. Og hetta er eisini tað, sum fakkunnleikin sjálvur vil sleppa at gera.? ?Í november í fjør skrivaði Jógvan í Lon Jacobsen, málnevndarformaður, eina hugvekjandi tíðargrein um støðuna hjá føroyskum í altjóðagerðini. Greinin var sprottin úr orðaskiftinum um stavraðið, og boðskapurin í endanum á greinini var greiður. Hann skrivaði:? ?"Mín bøn til politikararnar skal tí vera: Latið málpolitikararnar sleppa at avgera spurningin um stavraðið, og brúkið tit heldur orkuna upp á at orða ein yvirskipaðan málpolitikk, har tit greitt siga, hvat tit ætla at gera fyri at styrkja og menna tað føroyska málið, so tað kann standa seg í kappingini móti enskum og donskum, og latið pengar fylgja við."? ?Hetta er væl sungið, haldi eg.