Suðurøkið hevði verði ein sterk kommuna

Sólvit Simonsen
----

Fyrst vil eg minna Gerhard á, at tað eru landsmynduleikarnir, sum ætla at leggja Sandoynna saman í eina kommunu, og ikki Tórshavnar kommuna!
Lat meg beinanvegin siga, at eg eri absolutt við til at royna Sandoynna sum eina kommunu. Tit sum sita har eiga sjálvir at kanna treytirnar sum Sandoyggin fær, og somuleiðis at koma við góðum uppskotum. Tað er ov vánaligt um menn ikki halda seg til at stýra Sandoynni, og at halda at tað ikki eru fólk her, sum klára at stýra Sandoyar kommunu í serstøðu er ov vánaligt álit at hava á sínum oyggjafólki.
At trúgva, at Tórshavnar kommuna situr við fullum lummum, klárir at gera okkum ein tunnil - eg ivist! Sær Gerhard ikki bløðini? Tað er eitt ótal av húsum í Havn, ið eru til sølu, og fólk stinga halan millum beinini út á bygd at fáa sær bíligari hús fyri at kunna klára seg sjálvi.
Hevur Gerhard gloymt, hvat í formaðurin í Tórshavnar kommunu gjørdi, tá ið hann kom á Ting fyri Gerhard, sum fór í sjúkrafarloyvi? Vænta tit, at Tórshavnar kommuna fer at standa klár, tá ið ein rætt í Skúgvi er brotin, ella ein stikkrenna í Dali er typt?
Hann spyr, hví Fuglafjarðar kommuna, við sínum 1400 íbúgvum er ov lítil, hartil er at siga, at lá Sandoyggin mitt í Eysturoynni, so varð væl onki ivamál.
Eldraøkið eiga tit, sum sita í kommunustýrunum, at orðna, saman við Landstýrinum, áðrenn samanlegging! Hvat fyri pengar ið fylgja við kommununum, eiga tit sjálvi at syrgja fyri.
Hví skúvoyingar, ella partur av teimum, eru so ágrýtinir at fara upp í Tórshavnar kommunu, skilji eg ikki, tað er langt at gleiva tvørtur um Sandoynna á veg til Havnar; men møguliga fáa teir Smyril at sigla á Skúgvi.
Um vit vóru spurd: Skal Sandoyggin leggja saman við Tórshavnar kommunu, - Eitt stórt NEI, frá mær. Skal Sandoyar Sýsla verða ein kommuna,- eitt stórt JA frá mær.
Um so var at Sandoyggin skal leggjast saman við aðrari kommunu, so vildi eg nógv heldur lagt saman við Suðuroynni í menning. Suðurøkið hevði verði ein sterk kommuna.