Á Grønanesi eru tey til reiðar

Røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna er spildurnýtt og væl útgjørt. Starvsfólkini óttast ikki, at eldraøkið kemur undir kommunala umsiting treytað av, at pengarnir fylgja við

Vakra og snotuliga Røktar­heimið á Grønanesi í Vest­manna varð tikið í nýtslu beint fyri jól í 2012, og búfólk og starvs­fólk eru fallin sera væl til.
Heimið er væl útgjørt, arbeiðsumstøðurnar góðar, og búfólkini kundu neyvan ynskt sær eitt vakrari útsýni at njóta lívskvøldið við.
Kommunala yvirtøkan av eldraøkinum, ið eftir ætlan skal fara fram á nýggjárinum, er ikki nakað, ið órógvar starvs­fólkið har tað stóra.
– Vit hoyra ikki so nógv um tað. Tað má ikki blíva verri, enn tað er nú, og tí er tað avgerandi, at peng­ar­nir fylgja við yvir til komm­un­ur­nar, sigur Gurli Høgnesen, heilsu­hjálpari.
Húsavørðurin Kristjan Jen­sen væntar ikki, at eldra­økið verðir verri rikið av kommununum enn av land­in­um.
– Tey, sum umsita økið í dag, eru alt ov lítið inni í okkara gerandisdegi. Eg vænti, at dagliga leiðslan her og kommunan fara at finna betri út av tí. Tey eru tættari hvør at øðrum, og kommu­nalpolitikararnir skulu eis­ini minnast til, at einaferð koma teir eisini har til, at teir verða gamlir og kanska eisini røktar­krevjandi, sigur hann.
– Eg vóni, at tað verður betri, tá kommunurnar yvir­tak. Fyri okkum starvsfólk eigur tað at verða ein fyri­munur, tá vit kenna bæði brúk­ararnar og bygdarráðið, sigur Anna Petersen, ergo­tera­peutur.
Sólrun Jacobsen, heilsu­røktar, væntar eisini, at eldrarøktin í Vestmanna og Norðstreymoyarøkinum fer at verða í góðum hondum eftir yvirtøkuna, men hon ivast stórlig í, um øll økini eru eins væl fyri.
– Pengarnir eru alfa og omega. Tað hevur gingið væl her í kommununi, men eg óttist, at tað fer at standa á nógva staðir. Man hevur hoyrt um, at onkustaðni fara tey at siga fólk upp. Tað veldst alt um, hvussu nógvir pengar fylgja við, sigur hon.
24 búpláss eru á heiminum á Grønanesi, og har er fult í løtuni. Men nakað av eyka trýsti er á eldrabústovnarnar í Norðstreymoyarøkinum, með­an ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági verður um­vælt og dagført. Tá tað ar­beiðið er liðugt, hevur heim­ið á Grønanesi góðan kapasi­tet.