Einki loft á prísin fyri at koyra ígjøgnum. Einki lyfti um mest loyvda vinning. Eingin vissa fyri føroyskari arbeiðsmegi. Og eingin tilsøgn um alment innlit.
Tað stendur eftir, nú Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) og Føroya Lívstrygging (LÍV) vóru á tunnilsfundi við Rættarnevndina hjá løgtinginum fríggjadagin.
Rættarnevndin hevði tilsamans 18 spurningar til Rune Bro Róin og Finn Danberg, sum møttu fyri ávíkavist CIP og LÍV. Hesi bæði hava í felag stovnað P/F Eysturoyartunnilin, sum tey eiga ávíkavist 80% og 20 prosent av.
Rættarnevndin fekk greitt at vita á fundinum, at bummgjaldið reelt er einasti inntøkuknøttur, ið felagið kann skrúva uppá. Og tí verður ikki talan um at áseta nakran hámarksprís.
Sum Sosialurin skilir, so var spurningurin, hvørt tað almenna kann garantera eina minstu nýtslu, eisini uppi og vendi á fundinum millum Rættarnevndina, CIP og LÍV. Í tí sambandi varð víst til Vága- og Norðoyatunnilin, har prísurin í byrjanini varð lagdur rímuliga høgur, fyri síðani at kunna lækkast aftur.
Rættarnevndin vildi eisini hava at vita, um føroysk arbeiðsmegi sleppur upp í part at gera tunnilin. Men ta vissuna kundi nevndin ikki fáa. Tað valdast prís og kappingarføri.
Somuleiðis reisti Rættarnevndin spurningin, hví sáttmálin skal vera undantikin lógini um alment innlit, líka til seks mánaðir eftir at tunnilin er tikin í nýtslu. Sum Sosialurin skilir, so er tað rættuliga avgerandi fyri privata felagið, at tað sleppur at arbeiða í frið fyri almenna áhuganum. At tunnilin ikki verður eitt alment kjakevni í longri tíð. Og tað fekk Rættarnevndin eisini at vita. Eisini varð ført fram, at sáttmálin als ikki er egnaður at lata almenninginum. Hann er ikki skrivaður øðrum enn samráðingarpørtunum at lesa, varð sagt. Men sum Sosialurin skilir, so segði felagið seg vera sinnað at leggja høvuðspunktini fram.
Spurningarnir frá Rættarnevndini vóru 18 í tali, og fundurin tók hálvan annan tíma. Kortini var samanumtikið talan um rættuliga yvirskipaðar spurningar, og somuleiðis rímuliga rund svar, ið ikki góvu vissu um stórt annað enn at felagið ætlar sær í gongd ”skjótast tilber.”
Higartil hava CIP og LÍV sett fimm milliónir krónur í partapeningi í P/F Eysturoyartunnilin. Men ætlanin er at hækka partapeningin so líðandi. Eisini liggur í kortunum, at tunnilsfelagið fer at læna pengar frá sínum móðirfeløgum, tað vil siga pensjónspengar frá PensjonDanmark og Føroya Lívstrygging.