Arbeiðari millum akademikarar

Gerhard Lognberg hevur síðani hann varð tveittur úr Javnaðarflokkinum gjørt nógv burtur úr at lýsa seg sjálvan sum arbeiðaraumboðið í einum akademikaraflokki

Við Kringvarp Føroya segði Gerhard Lognberg soleiðis leygardagin 2. november:
- Eg haldi, at eg eri næstan tann einasti profilurin hjá meiniga føroyinginum í Javnaðarflokkinum. Annars er tað ein akademikaraflokkur og tað er harmiligt. Tað er ikki nakað, hann er vorðin nú. Tað er hann langt síðani vorðin. Eg havi reint at fingið hann á rætta kós. Javnaðarflokkurin skal vera fyri tann meiniga mannin, og skal stríðast fyri meiniga føroyingin, segði Gerhard Lognberg við Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya.
Við Norðlýsið sunnudagin fortaldi Gerhard Lognberg, hvussu hann mátti fara til skips sum 13 ára gamal, so hann kundi fáa eitt líkinda plaggi at fermast í.
- Eg vaks upp undir smáum korum í Skopun í hálvtrýssunum, og fór sum 13 ára gamal til skips at tjena pengar til konfirmatiónsklædningin, so eg havi sjálvur upplivað á mínum egna kroppi, hvussu tað er at liva undir trongum korum. Eg kann bara staðfesta, at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum, sum hava til frægd at tosa um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til hvussu hesi í veruleikanum hava tað, segði Gerhard Lognberg við heimasíðuna hjá Norðlýsinum sunnudagin.
Og 63 ára gamli rørsmiðurin skopuningurin gavst ikki so, tí sambært honum sjálvum hevur hann ikki kent seg væl millum restina av akademikaraflokkinum, sum hann sjálvur kallar tað, ið annars einans telur tveir akademikarar í Eyðgun Samuelsen, cand.mag., og Aksel V. Johannesen, advokatur. Hini trý eru útbúgvin lærari (Rigmor Dam), bankalærdur og timburmaður (Kristin Michelsen) og fiskiskipari (Henrik Old).
- Á seinasta løgtingsvalinum varð eg einasti tinglimur hjá flokkinum, sum bleiv afturvaldur og eg fekk ikki færri enn 344 atkvøður, og fekk triðflestar atkvøður. Men eg merkti beinanvegin, at hetta passaði ikki væl hjá akademikarunum, sum í dag manna toppin í Javnaðarflokkinum. Tey tosa sum um, at tey arbeiða fyri verkamannin og kvinnuna, men hvussu kunnu tey tað, tá tey meginpartin av lívinum hava gingið í skúla, spyr Gerhard Lognberg í Norðlýsinum.
Men sum tit síggja aðrastaðni á hesi síðu, so svarar mánaðarlønin hjá Gerhardi Lognberg til lønina hjá trimum arbeiðarum. Og taka vit alt við, streyma omanfyri 100.000 almennar krónur á hansara konto hvønn mánað.