Krevja pengar aftur frá yvir 200 fólkum

Eftirlitið er munandi hert, so tað er stórur møguleiki fyri, at tey, sum fáa ov nógv goldið, verða noydd at rinda tað aftur

Arbeiðsloysisskipanin hevur nú kravt pengar aftur frá yvir 200 fólkum, tí tey hava fingið meiri goldið í arbeiðsloysisstuðuli enn tey hava rætt til.

 

Nú arbeiðsloysið er nógv minkað, hevur ALS fingið betri umstøður til at herða eftirlitið við um arbeiðsleys, sum eru í ALS, fáa tað røttu upphøddina í arbeiðsloysisstuðuli. Og tað hevur eitt stór tal av fólki nú kent sviðan av.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur reist spurningin á tingi um fíggjarviðurskiftini í ALS.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, vísir á, at fólk, ið hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, hava skyldu at kunna ALS um, hvussu nógv tey arbeiða og hvørja inntøku, tey hava, meðan tey eru í ALS og fáa arbeiðsloysisstuðul.

 

Henrik Old sigur, at hetta er ein mannagongd sum byggir á álit, har hvør einstakur bindir seg til at boða ALS frá øllum broytingum, sum ávirka útgjaldið úr Arbeiðsloysisskipanini.

 

ALS roynir at hava eftirlit við, at ongin fær ALS av órøttum og í nógv ár hevur tað verið gjørt soleiðis, at hvønn ársfjórðing hevur ALS kannað eitt ávíst tal av tilvildarliga valdum fólkum, sum fáa útgjald úr skipanini

 

Men í fjør varð eftirlitið umskipað og gjørt effektivari soleiðis at ALS fór í samstarv við TAKS um at fáa beinleiðis samband við lønarskránna hjá TAKS.

 

–  Tað merkir, at betri eftirlit er við fólki, har munur er á inntøkunum, tey hava upplýst fyri ALS, og inntøkunum, TAKS hevur skrásett.

 

Henrik Old sigur, at úrslitið av hesum er, at nógv fleiri fólk verða kannað. Áður vórðu eini 100 fólk kanna hvønn ársfjórðing, men nú verða eini 400-500 kanna hvønn ársfjórðing.

 

 Úrslitið av hesum kanningararbeiði hevur verið, at fyrra hálvár í fjør, eru yvir 200 fólk tikin fyri at hava fingið ov nógv útgoldið í arbeiðsloysisstuðuli.

 

Og teir pengarnar hevur ALS nú kravt at hesi fólkini skulu rinda Arbeiðsloysskipanini aftur og Henrik Old sigur, at upphæddin, ALS krevur at fáa afturgoldna frá fólki fyri fyrra hálvár í fjør er yvir tvær milliónir krónur.

 

Elsebeth Mercedis undraðist stórliga á, at tað kundi vera so nógv fólk, sum høvdu fingið skeivt útgjald, hóast talið á arbeiðsleysum er so lítið sum tað er.