talan var um eitt skip, sum liggur næstan fimm kilometrar niðri. Tá er tað ikki bara sum at siga tað at fara niður eftir silvurinum. - Tað kann samanberast við, at tú, tá tú situr í einum flogfari, peikar [...] á Lakjuni í gjár, og hann greiðir soleiðis frá: - Vit arbeiddu fyri amerikanska felagið Odyssey Marine Exploration, sum fann SS Gairsoppa, ið sakk vestan fyri Írland í februar 1941, í 2011. Í fjør fingu [...] til eina góða milliard, verður mett. Av tí fær amerikanska felagið 80 prosent og bretski staturin fær 20 prosent. SS Gairsoppa var bygt í Jarrow í landnyrðingspartinum av Onglandi í 1919. Skipið varð søkt
Mendelsohn var millum annað tann, sum fann framaftur tónleikin hjá Johann Sebastian Bach, sum tá á døgum var púra farin í gloymibókina. Strúkararnir í FSO fara at framføra symfoni í c-moll ?Die Schweizersymfonie [...] Haendel (1685?1759); hann sum flestu kenna sum skaparan av stórverkinum ?Messias?. Hann var sonur ein sárlækna í Hamburg, men fór sum ungur til London og var alt sítt virkna lív í Bretlandi. Nevnda Conserto [...] hennara trio við í runduna millum 10 tey bestu, og fingu tær eina sera góða plasering. Kristina Andersen virkar í løtuni sum musikklærari her í Føroyum. Eftir steðgin flyta vit eini 200 ár fram í tíðina. Vit
lesarin skal jú týða – verið henda: “Farvæl – liv – tubbak”. Í seinna førinum: “Farvæl livandi tubbak?” Í báðum førum verður hetta eitt sárt slit, sum í ringasta føri kann verða fatað soleiðis: Færvæl lív [...] orðið “live” sum lýsingarorð leggur seg at “tubbak” og hvat merkir tað so? Tað er ilt at lýsa tilverunnar innasta kjarnuorð “live” við øðrum enn góðum og hálovandi orðum. Var tað ætlanin? Tað gongur skjótt [...] Jonhard Mikkelsen lýsing í bløðunum, sum sigur: Farvæl live tubbak Tað er møguliga so cool at leggja av at roykja nú á døgum, at vit nú mugu siga frá broytingini á enskum. Trupulleikin er tann, at
tílíkt, og tað er alt gott og væl, men í teirri umrøðu er ikki at gloyma tað, sum eg havi hug at kalla verkmentan. Tað er eitt nú handverk við rót í siðaarvi okkara, sum mangt tykist vera í vanda fyri [...] ið síggjast á bønum í hoyna, hava plasthøvd stoypt í verksmiðjum í útlondum. Tann tíð er farin, tá ið hvør maður evnaði sær amboð síni til, uttan eyðvitað eggjørnini, sum eldsmiðurin í bygdini smíðaði eftir [...] Sagt varð um tann, sum dugdi at gera leyp, at hann var eisini førur fyri at smíða hús. Og sum kunnugt hava konufólkini aldri slept endanum, men virka enn sum fyrr bæði við stokkum og í vevi pløgg úr ullini
hann sleppur ikki at ráða. Tað er ein øgiligur hundabardagi í tinginum, sum ger av, hvør endar í landsins stjórn. Tað einasta, sum veljarin bestemmar, er hvør skal vera við í hesum bardaga. Hetta sigi eg [...] ávirkan. Hetta ger, at tey lyfti, sum givin verða í valstríðnum, aldrin eru bindandi fyri nakran. Tað er fullkomiliga ókeypis at lova í eyst og vest, tí í tí samstarvi, sum spyrst burturúr, skulu lyftini [...] ikki tað, hesir veljarar ætlaðu, tá teir atkvøddu í januar. Tað vístu allar kanningar undan valinum. Tey, sum valdu Sambandsflokkin mundu tey flestu vóna, at Eidesgaard helt fram í sessinum. Tey, sum valdu
standandi. Og ger tað enn, um enn við nøkrum umbyggingum. Húsini “har Eysturi” vórðu bygd um átjanhundrað og áttati. Men nú vóru tvinni hús í gerð vestari í bygdini. Hesi hús kenna vit betur sum uppi hjá Mariusi [...] byrjaðu at rokna. Men barnadagarnir tá á døgum høvdu eisini sín arbeiðssetning og síni krøv. Og í einum bóndahúsi var sanniliga nógv at tríva í. Uttanduraarbeiði vóru m.a í torvi, at hoyggja og at bera vatn. [...] hon út at tæna. Hon tænti í fleiri støðum m.ø á Skipanesi, í Kirkjubø og á Toftum. Á tí ítróttarliga økinum hevur hon eisini gjørt vart við seg. Fyri Ólavsøku í 1941 er hon í Havn hjá systkinabarni sínum
hesum, men sum frá leið, slætnaðu sjógvarnir, og foreldrini, Anna og Pól í Geil fóru eisini til evangeliskar fundir í Sloans sali. á Geil / í Geil: Á Argjum er staðarnavnið “á Geil”, í Havn “í Geil”. Argjafólk [...] missiónshús á Argjum, júst sama dag sum í dag, nú vit eru í 2024. Argjamaðurin, Richard á Geil, (Mortensen/Mortansson, sama eftirnavn sum ættfaðirin, Andras Mortansson, sum keypti Argir og gjørdist fyrsti [...] kirkjan kundi takast í nýtslu 22/12- 1974. Á Argjum hevði brøðrasamkoman smíðað sær samkomuhús í 1935 í túninum her beint oman fyri Róðrarneystið. Argja skúli varð tikin í nýtslu í 1952, og tá bar til at
eru nøkur av teimum átøkunum, sum verða framd í næstum: • Lóg um politiskt óheft barnaumboð kemur í Tingið í vár, sum skal vera talirør og umboð barnanna í Føroyum. Endamálið er eisini at tryggja rættindi [...] skvinna í almannamálum ----- Nakrir dagar eftir, at eg varð sett sum landsstýriskvinna í almannamálum fekk eg høvi at hitta táverandi forkvinnu í danska barnaráðnum, Lisbeth Zornig Andersen. Í gávu frá [...] heppin at hitta, sum hjálptu henni víðari í lívinum. Tá eg hevði lagt bókina frá mær, gjørdist tað heilt greitt fyri mær, hvat mátti vera mítt persónliga politiska mál sum landsstýriskvinna í almannamál: At
Hetta er leysliga úr "Havamáli", og er tað so satt, sum tað er sagt. Tað verður sjálvandi stórur saknur í Hjørleivi. Fyrst og fremst hjá teimum nærmastu . Men sum ein av abbasynunum segði við meg á veg [...] at tað líktist akkurát tannhjólum. - Tað vísti seg at vera tartelettir. "Øll her á fold skuldu havt plikt til at planta okkurt meðan tey vóru her. Tey sum ikki gjørdu tað , skuldu sloppi at lúka í himmiríki [...] sørt stoltan , tí eg skilti tað sum, at eg slapp at verða partur av hesum arbeiði. Eg kom ikki at kenna Hjørleif fyrr enn seint í hálvfjerðsunum. - Vágs klubbi hevði veðragildi í Framtíðini ,og Hjørleif var
SMS í dag eigur níggju handlar afturat tí sum er í bygninginum á Trapputrøðni. Hesir eru: Bónus í Klaksvík, á Glyvrum, í Miðvági, í Havn og á Tvøroyri. Brotið í Runavík og tríggjar Mylnuhandlar í Havn [...] 1997 var nógv tað mesta virksemi hjá okkum inni í húsinum, men í dag er heilt øðrvísi, sigur Niels Mortensen. Í 1999 hevði SMS ein handil uttan fyri, sum var Rúnar í Runavík. Men síðani er í miðal komin ein [...] kom í leiðsluna í SMS í 1997, hevur hann lagt stóran dent á at økja um virksemi – ikki einans í húsinum á Trapputrøðni, men í stóran mun uttan fyri húsið eisini. - Tá vit høvdu 20 ára føðingardag í 1997