Henda konsertin hjá FSO verður eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu, við tað at hesa ferð vera tað bert strúkararnir, sum manna orkestrið. Á skránni vera verk úr ymsum tíðarskeiðum, frá barokk til seinromantikk. Konsertin byrjar við einari Conserto Grosso av mæta tónasmiðinum Georg Friederich Haendel (1685?1759); hann sum flestu kenna sum skaparan av stórverkinum ?Messias?. Hann var sonur ein sárlækna í Hamburg, men fór sum ungur til London og var alt sítt virkna lív í Bretlandi. Nevnda Conserto Grosso er eitt rættiliga lívligt verk við kvikligum satsum endandi við eini menuett. Verkið er sum nevnt fyri strúkarar við cembalo.
Annað verkið er fagottkonsert av Antonio Vivaldi (1678?1743). Vivaldi var italiumaður, var prestur, hevði eyknavnið il preto rosso ? reyðhærdi presturin ? sonur ein bakara, sum samstundis var dugnaligur violinspælari, og hjá pápanum lærdi hann violin-spæl. Vivaldi er ein av ídnastu tónasetarunum, verðin hevur kent. Hann verður mettur sum faðirin at modernaðu violintøknini og hevur skrivað ikki færri enn einar 3-400 violinkonsertir, umframt ørgrynnu av ensmble-verkum, vokalverkum og soloverkum fyri onnur ljóðføri. Kendasta verk hansara millum manna er helst cyklusin ?Árstíðirnar?.
Solistur við fagottkonsertina av Vivaldi verður Kristina Andersen.
Kristina Andersen er útbúgvin fagottistur frá Odense Konservatorium, og hevur hon eftir lokna útbúgving starvast í Odense Symfoniorkestri og Sønderjylland Symfoniorkestri. Hon hevur verið solistur í Webers fagottkonsert saman við Odense Symfoni-orkestri; men eisini hevur hon verið sera virkin sum kamarmusikkari. Fyri mánaða síðani luttók hon í kappingini hjá Danmarks Radio fyri ?kammerensembler?, og kom hennara trio við í runduna millum 10 tey bestu, og fingu tær eina sera góða plasering.
Kristina Andersen virkar í løtuni sum musikklærari her í Føroyum.
Eftir steðgin flyta vit eini 200 ár fram í tíðina. Vit fara at hoyra eitt av kendastu verkum Edward Greigs, ?Fra Holbergs Tid, Suite i gammel Stil for Strygeorkester, Op. 40,? sum upprunaligi tittulin er. Verkið er, vit kunnu næstan siga, ein rokokopastisja, gjørd 1885 til 200 áradagin fyri føðing Ludvig Holbergs, tá stórt minningarhald varð hildið í Bergen, og tá eisini ein standmynd av kenda rithøvundanum varð reist har. Edward Grieg (1843?1907) var eisini bergensari, sonur ein skota, sum hevði sett seg niður í Bergen sum handilsmaður. Eins og flestu tónasetarar, so vísti Edward Grieg tíðliga ríkar gávur, serliga sum pianistur. Hann las í Leipzig, har hann skjótt gjørdist kendur bæði sum dirigentur og pianistur.
?Holbergsuitan?, sum hon vanliga verður nevnd, hevur 5 satsir: præludium, sarabanda, gavotta, air og rigaudon, alt nøvn, sum vórðu nýtt í barokktónleikinum. Men Grieg hevur brúkt norskan fólkatónleik sum undirlag, og sjónliga merkist norski spælimanstónleikurin aftur í verkinum m. a. við teim tómu kvintunum. Skemtandi kallaði Grieg verkið ?et parykstykke.?
Vit halda fram í 1800talinum, men flyta okkum eini fimmti ár longur aftur.Vit fara at hoyra eina strúkarasymfoni av Felix Mendelsohn (1809?1847). Vit eru í háromantiska tíðarskeiðinum. Mendelsohn var føddur í einum patriciaraheimi í Berlin, og tá pápin ansaði, hvussu gávuríkur sonurin var innan tónleikin, forerdi hann honum eitt fult orkestur, har drongurin kundi framføra sín egna og annara tónleik. Mendelsohn var millum annað tann, sum fann framaftur tónleikin hjá Johann Sebastian Bach, sum tá á døgum var púra farin í gloymibókina. Strúkararnir í FSO fara at framføra symfoni í c-moll ?Die Schweizersymfonie?, eitt av ungdómverkum Mendelsohns. Symfoniin er í 4 satsum, og sum allur tónleikur Mendelsohns, so er hann sera ?melodiøsur?, hugfangandi, livandi, fróur og vælljóðandi.
Dirigentur verður Martin Mouritsen.