30 ÁRA DAGUR
Tann 2. november 1977 læt SMS upp á fyrsta sinni. Handlarnir, ið lótu upp saman við SMS, vóru 11 í tali, harav fleiri av teimum eru har enn. SMS átti sjálvt handilin Superland, ið eftir navnakapping í 1978 fekk navnið Miklagarður. Tað var í bygninginum á Trapputrøðni, at alt virksemið hjá SMS gekk fyri seg.
Men so er ikki longur. Ikki einans er SMS blivið umbygt og víðkað tríggjar ferðir, og talið av handlum í bygninginum komið upp á 31, men eisini er virksemið hjá SMS uttan fyri sjálvan bygningin vaksið munandi seinnu árini. Hendan gongdin hevur havt við sær, at SMS er blivið væl meiri umfatandi enn tann stásiligi bygningurin á Trapputrøðni.
Alsamt meiri virksemi uttan fyri húsið
Síðani Niels Mortensen kom í leiðsluna í SMS í 1997, hevur hann lagt stóran dent á at økja um virksemi – ikki einans í húsinum á Trapputrøðni, men í stóran mun uttan fyri húsið eisini.
- Tá vit høvdu 20 ára føðingardag í 1997 var nógv tað mesta virksemi hjá okkum inni í húsinum, men í dag er heilt øðrvísi, sigur Niels Mortensen.
Í 1999 hevði SMS ein handil uttan fyri, sum var Rúnar í Runavík. Men síðani er í miðal komin ein handil afturat um árið uttan fyri, so at SMS í dag eigur níggju handlar afturat tí sum er í bygninginum á Trapputrøðni. Hesir eru: Bónus í Klaksvík, á Glyvrum, í Miðvági, í Havn og á Tvøroyri. Brotið í Runavík og tríggjar Mylnuhandlar í Havn.
Niels Mortensen fegnast um, at tað hevur eydnast at fjøltátta virksemið so nógv runt um í landinum.
- Tað er einki yvir at dylja, at hetta bæði fjøltáttar virksemið og spjaðir váðan, vísir hann á.
Tað er longu alment kent, at einaferð í næstum kemur ein Mylna afturat við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Men annars er stjórin í SMS varin við at avdúka ítøkiligar ætlanir fyri framtíðina. Tó vissar hann um eitt:
- Vit hyggja altíð eftir møguleikum fyri at fjøltátta enn meiri, og eg kann siga so mikið, at tit hava ikki sæð tað síðsta enn, sigur Niels Mortensen.
Politikarar meiri at sær komnir
Í næstum verður farið undir higartil nógv ta størstu verkætlanina í Føroya søgu, nevniliga Stórutjørn. Eingin ivi er um, at hetta verður ein kollvelting fyri føroyskt handils- og mentanarlív, eins og SMS var ein kollvelting í 1977. Á tann hátt kunnu hesar báðar verkætlanirnar samanberast – men tó so.
Hóst hann var smádrongur, tá SMS varð bygt miðskeiðis í sjeytiárunum, so heldur Niels Mortensen seg kunna siga fyri vist, at tíðirnar eru broyttar til tað betra á tann hátt, at politikarar eru meiri at sær komnir nú, tá tað kemur til at viðgera slíkar byggiumsóknir.
- Eingin ivi er um, at politikararnir eru meiri professionellir nú á døgum. Fyri 30 árum síðani var ofta farið eftir persóninum í staðin fyri at viðgera verkætlanina. Lagt varð eftir manninum í staðin fyri bóltinum. Í dag haldi eg meg kunna siga, at tað er øvut. Hava politikarar hug at finnast at, so er tað grundað á verkætlanina og ikki persóninum aftan fyri hana, heldur Niels Mortensen fyri.
Í so máta roknar roknar hann við, at Jákup á Dul Jacobsen og Bárður Nielsen (persónarnir handan Stórutjørn verkætlanina, red.) sleppa undan nøkrum av teimum trupulleikum, sum pápi hansara, Hans Mortensen, mátti dragast við miðskeiðis í 70’unum.
Niels Mortensen vil ikki úttala seg um, hvørt P/F SMS og P/F Stóratjørn hava nakrar ætlanir um samstarv. Men hann er als ikki bangin fyri, at Stóratjørn skal gerast nøkur hóttan fyri SMS.
- Nei, avgjørt ikki. Tvørturímóti fegnist eg um Stórutjørn og vóni, at verkætlanin verður framd øll sum hon er. Eg unni hasum projektinum alt tað besta. Eg rokni við, at pláss verður fyri báðum pørtum. Havnin stendur alsamt í vøkstri og er longu nú ein handilsmagnet fyri allar Føroyar. Við Stórutjørn vænti eg, at hendan magnetin verður enn sterkari, sigur Niels Mortensen.
SMS og handlarnir uttanfyri hava eina sterka positión í dag. Hendan positiónin væntar Niels fer at standa við í framtíðini.