Føroyingur funnið heimsins størsta silvurskatt

Ein føroyingur var við, tá heimsins størsti silvurskattur var hálaður upp av 4.700 metra dýpi slakar 500 kilometrar vestan fyri Írland fyri nøkrum døgum síðan.

Jógvan á Lakjuni, arbeiðir sum yvirstýrimaður hjá norska reiðarínum Swire Seabed, og skipið sum hann er stýrimaður á, Seabed Worker, var við til at bjarga silvurinum upp av havsins dýpi.

Portal.fo hevur tosaði við Jógvan á Lakjuni í gjár, og hann greiðir soleiðis frá:

- Vit arbeiddu fyri amerikanska felagið Odyssey Marine Exploration, sum fann SS Gairsoppa, ið sakk vestan fyri Írland í februar 1941, í 2011. Í fjør fingu bjaringarfólk 1.218 silvurstykkir upp av skipinum, og tey vigaðu 48 tons. Í ár fingu vit so 1.574 silvurstykkir upp, og tey vigaðu 58 tons (tíðindaskrivið hjá amerikonsku fyritøkuni sigur 61 tons, blðm.), sigur Jógvan á Lakjuni.

Hann greiðir frá, at hetta var ein øgiliga spennandi uppgáva, tí talan var um eitt skip, sum liggur næstan fimm kilometrar niðri. Tá er tað ikki bara sum at siga tað at fara niður eftir silvurinum.

- Tað kann samanberast við, at tú, tá tú situr í einum flogfari, peikar onkrum eini hús út undir tær. Tá tú hevur gjørt tað biður tú viðkomandi fara inn í køkin og taka skeiðirnar úr skuffuni. Tað er lættari sagt enn gjørt, sigur Jógvan á Lakjuni.

Uppgávan var ógvuliga loynilig, tí Odyssey Marine Exploration er skrásett í keypskála, og tí skuldi einki leka út um uppgávuna. Tað gjørdi tað heldur ikki, og Jógvan á Lakjuni er eitt sindur varin við at siga ov nógv.

Hann slær tó fast, at talan var um eina ógvuliga spennandi og avbjóðandi uppgávu, har metið fyri, hvussu nógv silvur er tikið upp av heimsins botni, er sligið.

- Hetta er tað mesta nakrantíð. Ongantíð áður er so ein so stór nøgd tikin upp av nøkrum skipi. Í fjør fingu tey eina stóra nøgd, men felagið visti, at har var meira eftir, og tí var roynt aftur í ár. Hesaferð lá tað bara eitt sindur verri fyri at fáa hendur á, men vit komu inn til silvurið, og fingu næstan alt upp, sigur Jógvan á Lakjuni.

Tíðindaskrivið frá felagnum greiðir frá, at umleið 99 prosent av silvurinum er bjargað, og virðið svarar til eina góða milliard, verður mett. Av tí fær amerikanska felagið 80 prosent og bretski staturin fær 20 prosent.

SS Gairsoppa var bygt í Jarrow í landnyrðingspartinum av Onglandi í 1919. Skipið varð søkt av týskum torpedoflogfari tann 16. februar 1941, umleið 500 kilometrar vestan fyri írsku strondina. Bara ein av manningini á bretska farmaskipinum yvirlivdi.

Myndatekstur: Hetta er silvurið, sum Jógvan á Lakjuni var við til at fáa upp av havsins botni. Hann er yvirstýrimaður umborð á Seabed Worker, sum samstarvaði við Odyssey Marine Explorer um at fáa silvurið upp

Mynd: Odyssey Marine Exploration, Inc., www.odysseymarine.com