Soleiðis skrivar Høgni Joensen, skúlastjóri á skúlanum við Løgmannabreyt:
Í kvøld klokkan 19.30 spæla Føroyar fyrsta dystin í Golden League, sum verður leikt í Tróndheimi í Noregi. Mótstøðuliðið er Niðurlond. Hetta verður ein ógvuliga spennandi dystur, tí vit hava áður vunnið á Niðurlondum. Í mars endaði tað við javnleiki við Tjarnir, og á útivølli vunnu vit 32-31.
Hini londini í Golden League eru Noreg og Danmark.
Vit, í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík fylgja væl við og eru ikki sørt stolt og errin av, at 7 av teimum 19 hondbóltsleikarunum, ið mannað liðið, hava gingið í skúla á Løgmannabreyt.
Teir sjey eru: Pauli Jacobsen, Rói Ellefsen á Skipagøtu, Høgni Heinason, Leivur Mortensen, Pætur Mikkjalsson, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Helgi Hildarson Hoydal.
Vit eru altíð fegin og glað, tá ið tað gongur ”okkara” næmingum væl!
Koyr á Føroyar!











