Lítil live spurningur til live Fyribyrgingarráðið

At vera fiksur á enskum í ein­um føroyskum teksti ber boð um málsligt hjálp­ar­loysi. Fyribyrgingarráðið hev­ur nýggja

Jonhard Mikkelsen

lýsing í bløð­u­num, sum sigur: Farvæl live tubb­ak
Tað er møguliga so cool at leggja av at roykja nú á døg­um, at vit nú mugu siga frá broytingini á enskum. Trup­ulleikin er tann, at vit eru mong, ið ikki duga at lesa hetta og skilja ikki, hvat tit meina. Tí seti eg tykk­um spurningin:
FÆRVÆL live TUBBAK ella: farvæl LIVE tubbak. Hvat merkir tað?
Ein vanligur føroyskur les­ari – sum situr við før­oysk­um blaði og lesur før­oyskt - spyr seg sjálvan: er LIVE ein stytting fyri eitt­hvørt fyribrigdi, eg ikki kenni, ella er tað kanska ein avvenjingarháttur?
Ella er hetta eitt enskt orð, onkur hevur kroyst nið­ur ímillum føroysku orð­ini?
Um so er, at hetta er enskt, verður spurningurin: Er hetta sagnorðið “live” í boð­­shátti og framborið [liv]. Ella er hetta enska lýs­ing­ar­orðið “live” – fram­bor­ið [laiv]?
Í fyrra førinum kundi før­oyska týðingin – lesarin skal jú týða – verið henda: “Farvæl – liv – tubbak”. Í seinna førinum: “Farvæl liv­andi tubbak?”
Í báðum førum verður hetta eitt sárt slit, sum í ring­asta føri kann verða fat­að soleiðis: Færvæl lív og alt livandi – góðan morgun stein­deyða tilvera við ong­um royki.
Farvæl er hjáorð, og tú kanst ikki fáa eitt lýs­ing­ar­orð at siga nakað um hjá­orð. Soleiðis er málið skip­að.
Einasti tulk­ing­ar­møgu­leiki er tí, at enska orðið “live” sum lýsingarorð legg­ur seg at “tubbak” og hvat merkir tað so? Tað er ilt at lýsa tilverunnar innasta kjarn­u­orð “live” við øðrum enn góðum og hálovandi or­ð­um. Var tað ætlanin?
Tað gongur skjótt at týna burtur av føroyskum nú. Tá ið ung fólk skulu siga frá sín­um meiningum og kensl­um, sleingja tey út eitthvørt fikst enskt orð, sum í roynd og veru als ikki sigur, hvat tey halda ella kenna.
Við sjeymílaferð víðka vit ein gráan geira av máls­ligum høpisloysi um okk­um. At almennir stovnar apa seg eftir teimum, ið standa fyri hesi broyting, lík­ist ongum. Hetta er máls­lig ómegd, ið almennir stovn­ar ikki eiga at fjeppast uppi­í.
Men kanska er tað ikki ann­að enn væntandi, tá ið okkara egni almenni fjøl­miðil slóðar fyri og hvønn morgun endurgevur kut úr onk­r­ari óviðkomandi ensk­ari ella amerikanskari tíð­ind­a­sending fyri 20- 30 á­um síðan, og bregdar hana inn í føroysku morg­un­send­ing­ina. Er tað fyri at lynna und­ir og gera skiftið til enskt so lagaligt sum til ber? Ella bara fullkomiliga ó­mot­iverað cool?
Eru tað tær ónollurnar, aðr­ir almennir stovnar taka til sín nú? Royna allir al­men­nir stovnar eins og út­varpið at tekkjast øllum teim­um, ið málsliga eru so illa kálvfødd, at føroyska orð­a­feingið verður skert til 2000-3000 orð? Tey, sum Jógv­an í Lon og Jógvan Jesp­er­sen siga verða slept upp á fjall, tá ið upplesari í út­varpinum sigur seksti og ikki trýss?
Teksturin er annars murr­andi fullur í feilum, men hvat merkir slagorðið ella her­róp­ið í nýggja átak­i­num?