Lukka fatti fingrabeinini!

Ikki er sørt, at eg kenni til øvund, tá ið eg síggi konu sita við stokkum. Hugsi við mær, at við hesum handaverki sínum kann hon gera lít upp í høgan aldur sær og sínum til gagns og gleði

Ikki er sørt, at eg kenni til øvund, tá ið eg síggi konu sita við stokkum. Hugsi við mær, at við hesum handaverki sínum kann hon gera lít upp í høgan aldur sær og sínum til gagns og gleði. Øðrvísi er við flestum okkara av kallkyni. Fáur man nú longur sita um kvøldarnar við knívi í hond og telgja eitt nú rívutindar, nú ið tær fáu rívur, ið síggjast á bønum í hoyna, hava plasthøvd stoypt í verksmiðjum í útlondum. Tann tíð er farin, tá ið hvør maður evnaði sær amboð síni til, uttan eyðvitað eggjørnini, sum eldsmiðurin í bygdini smíðaði eftir umbøn. »Betri er gólvskíturin enn beinkjarstrekkjarin«, varð tikið til - telgispønirnir, ið sløddust um gólvið, vóru hentir at kyka við, men frá honum, ið letaðist á beinkinum, fekst einki! Men tíbetur eru teir ikki so fáir enn, ið hava sær til tíðarstyttingar at gera ymsar lutir bæði til nyttu og prýðis, og tí gera sítt til at varðveita og menna gamalt niðurarvað hegni frá forfedrunum. Sagt varð um tann, sum dugdi at gera leyp, at hann var eisini førur fyri at smíða hús. Og sum kunnugt hava konufólkini aldri slept endanum, men virka enn sum fyrr bæði við stokkum og í vevi pløgg úr ullini, okkara dýrmæta tilfari, sum tó nú tíverri sigst ikki at vera so høgt í metum sum áður. Tað sæst eina skilligast av allari lesullini, ið sløðist um hagarnar hesa tíðina, okkum til skammar og tjóðfuglinum til bága og ólívis.

Hendurnar, hesi eiggiligu amboð, vit hava frá skaparans hond, biðja nýta seg, og tíbetur eru tey enn mong, ið við hegni og hugflogi fylgja tí kalli. Tað sæst eitt nú av øllum tí, ið henda framsýning hevur at bjóða fram. Mentan er eitt lykilorð nú á døgum, og tá verður eina helst hugsað um hugtøk sum bókmentir, tónlist, myndlist og annað tílíkt, og tað er alt gott og væl, men í teirri umrøðu er ikki at gloyma tað, sum eg havi hug at kalla verkmentan. Tað er eitt nú handverk við rót í siðaarvi okkara, sum mangt tykist vera í vanda fyri at detta niðurfyri, tí tað er illa ført fyri at kappast við ídnaðargjørdar innfluttar vørur, ið mangan eru so nógv bíligari í prísi. Teimum, ið ráða fyri borgum, átti at verið kær skylda at stutt og styðjað alt tílíkt yrki, so at tað ikki datt fyri bakka, men kundi menst til at gjørst drúgt íkast í landsbúskap okkara. Mær er eina fremst í huga, uttan at lítilsvirða alt annað, bátasmíðið, hetta serføroyska listahandverk, ið vit eiga at gera alt til at tryggja góða og farsæla framtíð.

Eydnan fylgi hesi framsýning og teimum, í henni eiga lut, við tí góðynski, sum her omanfyri stendur!