longur viðmæla, at útlendingar fáa loyvi at arbeiða sum ófaklærd í Føroyum, so kann Innlendismálaráðið heldur ikki viðmæla, at útlendingar, sum skulu íðka ítrótt framíhjá, fáa loyvi at arbeiða sum ófaklærd [...] verður sagt, at Innlendismálaráðið grundgevur við, at útlendingar eru ein av orsøkunum til arbeiðsloysið í Føroyum. Innlendismálaráðið hevur ongantíð nýtt hetta sum grundgeving, og hetta er ikki at skilja málið [...] ini er, at aðrir útlendingar enn norðurlendingar hava ikki loyvi at arbeiða í Føroyum, og talan skal vera um »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn», áðrenn tað yvirhøvur verður umhugsað at geva hetta
vinnan er noydd til at brynja seg til kappingin, og henda vinna er noydd til at sjálv at taka kappingina upp við útlendsku kappingarneytarnar. Tað almenna eigur ikki við politiskum tiltøkum at leggja seg út [...] økinum. Hinvegin eigur tað almenna at ansa væl eftir, at einki verður gjørt, ið kann skaða føroyska KT vinnu. Hartil er tað sjálvsagt, at hitt almenna stuðlar við at seta mennandi karmar um KT vinnuna [...] ymsum økjum. Føroyska KT vinnan er so væl fyri við atliti at kapitali, førleikum, starvsfólki og útgerð, at vit ivast ikki í, at vinnan fer at standa seg í kappingini við útlendsku fyritøkurnar. Sosialurin
skuldi venja liðið, men tað stóð skjótt greitt, at hetta ikki fór at verað nøkur varandi loysn. Heldur enn at bíða, so valdi leiðslan í felagnum alt fyri eitt at senda útlendska venjaran heim, og ístaðin varð [...] felagnum ? biðin um at átaka sær uppgávuna at venja fremsta kvinnuliðið. Í dag ? fimm mánaðir seinni ? er meistaraheitið hjá liðnum ein veruleiki, men sjálvur heldur Rógvi ikki, at gullið var eitt evni [...] í bussinum heim ta ferðina fekk eg av álvara at kenna, hvussu nógv kvinnurnar vildu royna eftir hesum. Uttan at eg hevði sagt nakað, avtalaðu leikararnir, at hetta fram til kappingarlok var eingin, sum
var hon at kalla als ikki á vøllinum, men í seinna hálvleiki, tá venjararnir settu álit á hana, staðfestu hon av álvara, at hon er ein av teimum, sum roknast skal við, tá mest stendur á. Eitt er, at hon við [...] tilsamans í spælitíð, og tí var tað ikki so galið, at eg nú veruliga slapp at royna meg. Og sum sagt, so spældi tað bara væl av. Og so kann leggjast afturat, at umframt avrikið í verjuni og í skjótálopunum, [...] ferðir dirvi til at fara í nærdyst við vælvaksnu ísraelsku miðspælararnar. Nakað sum als ikki bara var sum at siga tað. - Ja, tær vóru pína doy sum fjøll mitt fyri. Men hvat. Tað er bara at prøva, tók hon
hevur eydnast liðnum at stríða seg í bólkin av liðum, sum eru beint undir oddinum. Skerdir runavíkingar Tí er einki at ivast í, at báðir partar leggja nógv fyri, og úr Gøtu eru boðini, at allir mans eru tøkir [...] Gøtu. Og hann dylir ikki fyri, at farið verður eftir stigunum. - Tað var kanska væntandi, at vit fyrr ella seinni fóru at fáa ein lítlan niðurtúr, men so mugu vit bara royna at venda hesum. Og skulu vit uppeftir [...] verður ikki við, at teir eru tøkir enn. Tað er Helgi L. Petersen heldur ikki, eftir at hann fekk triðja gula kortið í dystinum móti KÍ. Tó verður roknað við, at runavíkingar hava mann at seta í mans stað
fyri børnum fyri at savna pening til eina námsferð. Tað var tá, Angela fann út av, hvussu stuttligt tað er at undirhalda børnum. - Tað er ein einastandandi uppliving at fáa børnini at flenna, og eg gjørdist [...] teimum. Mark starvast dagliga við at skipa fyri konsertum og tiltøkum av ymiskum slag. Hann spældi í sínari tíð við Mark No Limits og Chase, og tá sá hann, at tørvur var á, at onkur kundi skipa fyri konsertum [...] konsertum. Tí var tað sjálvsagt, at Angela bað beiggja sín hjálpa sær at seta konsertina upp. - Eg hevði als ikki megnað at fingið eitt so stórt tiltak í lag uttan Mark, sigur hon. Foreldur teirra, Arngerð og
borgarunum. Til ber at leita sær kunning um alt frá ferðaendurgjaldi og bíðitíðum til matskránna hjá matarhøllini á sjúkrahúsinum komandi mánaðin. Endamálið við heimasíðuni er at viðvirka til at fremja opinleika [...] Tey, sum ynskja at vita meira um Landssjúkrahúsið, hava nú fingið ein nýggjan møguleika at leita sær innlit. Á nýggju heimasíðu Landssjúkrahúsins finst rúgvismikið tilfar um sjúkrahúsið og um tær tænastur [...] til Landssjúkrahúsið. Eisini Umframt at vera kunningarmiðil hjá Landssjúkrahúsinum er heimasíðan eisini karmur um nakrar rættiliga áhugaverdar tænastur, og ætlanin er at menna fleiri slíkar tænastur framyvir
verið, at meistararnir als ikki hava havt nakran útlending á liðnum í nakrar dystir, men nú tykist tann forðingin at vera beind av vegnum, og so er liðið aftur at meta sum eitt av teimum, ið fara at striðast [...] hjá Kyndli at standa fyri. Frá byrjan av setti VB fulla ferð á, og tað var greitt, at tær nú høvdu nakað at prógva. Líka mikið, hvussu Kyndil royndi, so fingu tær ikki gjørt stórvegis fyri at steðga st [...] stórur lætti, tá dómararnir at enda gjørdu av, at nú skuldi vera hálvleikur. Eftir steðgin setti VB eisini ferðina nakað niður, soleiðis at vertirnir hóast alt fingu loyvi at spæla eitt sindur við. Tað
pappírinum, so er einki at ivast í, at Neistin her er risa-favorittur at vinna. Við einum sigri her kann Neistin eisini halda fast í fjarstøðuni, sum er upp til oddaliðini, soleiðis at liðið eisini hevur eina [...] meistaraheitið, men hinvegin er heldur einki at ivast í, at báðir partar heldur enn gjarna vilja vera liðið, sum hevur nøsina undan hinum, tá stigini av álvara fara at telja. Her hevur Stjørnan sum er fyrimunin [...] verið so sum so. Tí er einki at ivast í, at VÍF eru favorittar, og hjá teimum er eisini neyðugt við tveimum stigum. Ikki minst nú í øllum førum annað av oddaliðunum fer at missa stig um vikuskiftið.
Eg má viðganga at eg eri eitt sindur illgrunasamur serstakliga tá tað snýr seg um hesi stórtíðindi: at farið var eftir manninum í staðin fyri bóltinum. Nýggja keipumynd? Væl veit eg at tað hevur stóran [...] týdning fyri mótstøðuflokkarnir at keipumyndin av formanni Javnaðarfloksins bleiv skift út, men eg haldi ikki at tað skal gerast undir slíkum umstøðum, tá hugsa verður um, at "vinnmennirnir" og "samstarv [...] høvdu møguleika fyri at velja millum ódnarstormar og lágtrýst. Um so er at formaður Javnaðarfloksins gjørdi Føroyingum fyri skommum á hasi samkomuni, eiga tey sum ikki forðaðu fyri at hetta hendi, líka stóran