Komandi leygardag verður stór barnakonsert, har kendi danski bólkurin, B-Boys, fer at syngja. Eisini føroysk børn fara at framføra á konsertini, sum verður í Norðurlandahúsinum klokkan 18.
Tað eru systkini, Angela Petersen og Mark Joensen, ið skipa fyri konsertini. Tey ætla, at yvirskotið skal fara til ein buss til búfólkini á Eirargarði, har systir teirra, Lillian, býr.
- Eg havi í fleiri ár ynskt at fingið í lag eina barnakonsert, so føroysk børn kundu fáa møguleikan at framføra sang sín á einum rættiligum palli, og tá tað í ár er ár teirra brekaðu, hugsaði eg, at nú skuldi tað verða, sigur Angela.
Vón við undirhald
Umframt dagliga starv sítt, sum leiðari á einum dagstovni, fæst Angela eisini við undirhald fyri børn.
Tá Angela las til pedagok, skipaði flokkurin hjá henni fyri undirhaldi fyri børnum fyri at savna pening til eina námsferð. Tað var tá, Angela fann út av, hvussu stuttligt tað er at undirhalda børnum.
- Tað er ein einastandandi uppliving at fáa børnini at flenna, og eg gjørdist fullkomiliga bitin av tí, sigur hon.
Barnasendingar hennara eru sera væl umtóktar, og í norðurlendskum høpi hevur hon fingið virðisløn fyri onkrar av teimum.
Mark starvast dagliga við at skipa fyri konsertum og tiltøkum av ymiskum slag.
Hann spældi í sínari tíð við Mark No Limits og Chase, og tá sá hann, at tørvur var á, at onkur kundi skipa fyri konsertum.
Tí var tað sjálvsagt, at Angela bað beiggja sín hjálpa sær at seta konsertina upp.
- Eg hevði als ikki megnað at fingið eitt so stórt tiltak í lag uttan Mark, sigur hon.
Foreldur teirra, Arngerð og Sólmundur Joensen, hava fleiri ferðir spurt Angelu og Mark, um tey, nú tey bæði fingust við undirhald, ikki kundu skipa fyri onkrum, sum kundi verða eitt íkast til bussin til tey á Eirargarði.
Atgongumerkini, sum kosta 225 krónur, eru at fáa á bensinsølum og kunningarstovum kring landið.