Vildi av beinkinum

Gurið Mortensen vildi fyrst og fremst prógva, at hon var til meira enn bara at siga á beinkinum. Og hetta eydnaðist so bæði væl og virðiliga hósdagin

Mezzocorona, italia: Uttan at taka nakað av stoltleikanum hjá Gurið Mortensen, so var hon kanska einasti av føroysku leikarunum, sum ikki av álvara markeraði seg, tá Føroyar byrjaðu Challenge-Trophy kappingina við sigri á Belgia.
Hósdagin, tá Ísrael stóð á skránni, var tó annað lag á. Fyrra hálvleik var hon at kalla als ikki á vøllinum, men í seinna hálvleiki, tá venjararnir settu álit á hana, staðfestu hon av álvara, at hon er ein av teimum, sum roknast skal við, tá mest stendur á.
Eitt er, at hon við fýra málum gjørdist næstbesti føroyski málskjúttin, og sjálvandi hjálpti hetta væl til í royndunum at fáa Ísrael aftur. Annað var, at hon eisini í verjupartinum skaraði framúr. Annars fótfima Aura Freidman, sum í fyrra hálvleiki hevði volt føroysku verjuni alstórar trupulleikar, fekk nú ikki fótin fyri seg. Saman við fyrst og fremst Báru og Unu snøgt sagt læsti Gurið fyri freistingunum til málskjóting, og var hon soleiðis partur av hornasteininum í velduga come-back?inum hjá føroyska liðnum.
Sum fjøll
Og tá vit prátaðu við Gurið eftir dystin, duldi hon ikki fyri, at dysturin mikudagin hevði tikið eitt sindur fast.
- Eg vildi fyrst og fremst vísa, at eg ikki bara skal sita á beinkinum. Í gjár fekk eg bara á leið eitt korter tilsamans í spælitíð, og tí var tað ikki so galið, at eg nú veruliga slapp at royna meg.
Og sum sagt, so spældi tað bara væl av. Og so kann leggjast afturat, at umframt avrikið í verjuni og í skjótálopunum, so hevði Gurið eisini fleiri ferðir dirvi til at fara í nærdyst við vælvaksnu ísraelsku miðspælararnar. Nakað sum als ikki bara var sum at siga tað.
- Ja, tær vóru pína doy sum fjøll mitt fyri. Men hvat. Tað er bara at prøva, tók hon bragdliga til at enda. Og hví ikki. Royndirnar og dirvi vístu seg í øllum førum at geva úrslit at enda, og tað man í øllum førum vera nakað, sum ikki bert Gurið fegnast um.